Landsstýrið krevur upplýsingar um radarstøðina

Landsstýrið vil hava at vita frá donsku stjórnini, hvussu eigaraviðurskiftini av radarstøðini á Sornfelli

Landsstýrið krevur nú at fáa allar upplýsingar um radarstøðina, sum danir hava í Føroyum.

Á samráðingarfundinum í Keypmannahavn týsdagin bað landsstýrið donsku stjórnina svara sær spurningum um radarstøðina á Sornfelli.

Landsstýrið vil hava at vita, hvør tað er sum fíggjar radarstøðina, hvussu eigaraviðurskiftini eru og um danska stjórnin hevur gjørt sær tankar um, hvussu støðin skal rekast, tá Føroyar fáa fullveldið.

Harafturat spyr landsstýrið, um tað kann fáa øll skjøl, sum snúgva seg um radarstøðina.

Landsstýrið vil hava greiði á hesum viðurskiftum fyri at fáa eina realistiska mynd av støðuni, verður sagt. Hesar upplýsingar vil landsstýrið hava fyri at rætta avgerðina kann takast um framtíðina hjá støðini.


Umhugsa limaskap

í NATO

Landsstýrið sigur í einum uppleggi til fundin, at einar sjálvstøðugar Føroyar fara at vísa ábyrgd á trygdarpolitiska umráðinum.

Føroyar fara at samstarva við grannarnar um trygdar- og verjupolitikk, og Føroyar ætla at lata sítt ískoyti til at varðveita stabilitetin í norðuratlantshavi.

Landsstýrið umhugsar at søkja um limaskap í felagsskapinum Partnership for Peace, sum er ein nýggjur trygdar- og verjupolitiskur felagsskapur hjá NATO.

Í løtuni er tað Danmark, sum avgerð trygdar- og verjupolitikkin hjá Føroyum. Landsstýrið heldur, at ein avleiðing av hesum er, at Føroyar hava ikki fingið nøktandi innlit í tað, sum er farið fram í og kring Føroyar, tá talan er um hernaðarmál.

Tí krevur landsstýrið nú, at danska stjórnin leggur øll kortini um radarstøðina í Føroyum á borðið.