Á middegi í dag heldur landsstýrið tíðindafund á Gjáargarði, har tað kemur við málum og miðum fyri fíggjarlógina 2011, umframt einum avrikslista hjá sitandi landsstýrissamgongu. Vit fara at halda aftur í rakstrarøkingini, men at vit eisini koma við nýggjum inntøkum. Men serliga at vit fáa sett hol á tað bygnaðarliga arbeiðið, sum byrjaði við hesi fíggjarlógini.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, um miðini við nýggju fíggjarlógini.
Meiri konkret vilja landsstýrisfólkini, sum øll eru á Gjáargarði í morgun, ikki fara inná, hvørjar ætlanir eru, fyrr enn tíðindafundur verður á Gjáargarði á middegi í dag.
Tá fer landsstýrið nevniliga at leggja fram, hvat er komið burturúr, nú landsstýrisseminar hevur verið á Gjáargarði í gjár og í morgun.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, staðfestir, at eitt annað evnið á tíðindafundinum á middegi verður ein avrikslisti hjá landsstýrissamgonguni.
? Meiningin við fundinum er eisini at skapa eitt amboð til okkum politikarar og fjølmiðlafólk, soleiðis, at tit til eina og hvørja tíð kunnu fylgja við, hvat hendir á politiska pallinum í mun til samgonguskjalið og tær ætlanir, sum eru frammi. Vit vilja gera samskiftið betri, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Seinasta punkt á skránni á Landsstýrisseminarinum við Gjógv er fiskivinnupolitikkurin, har Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í løtuni greiðir frá nøkrum møguligum broytingunum fiskivinnupolitikkinum.
Broytingarnar, sum verða umrøddar í fiskivinnupolitikkinum eru brúkskylda, útlendskur kapitalur og hvussu loyvini verða umsitin.
Tíðindafundurin hjá landsstýrinum verður klokkan 12, og Rás2 sendir beinleiðis frá honum.