Danska stjórnin hevur, tá hon fór undir samráðingar við føroyingar um loysing, á ósagdan hátt viðurkent at Føroyar eru ein tjóð, sum hevur sjálvsavgerðarrætt.
Hetta staðfestir íslendski serfrøðingurin í atjóðarætti, Gundmundur Alfredsson, í einum uppriti, hann hevur gjørt fyri landsstýrið.
Uppritið er gørt, eftir at danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, fyri tíð síðani gjørdi ST greitt, at landsstýrið ikki hevur rætt at venda sær til atjóða felagsskapir uttan loyvi frá danska uttanríkisráðnum. Hetta gjørdi Niels Helveg Petersen í sambandi við, at landsstýrið spurdi seg fyri hjá ST, um at fáa ein óheftan triðja part upp í fullveldissamráðingarnar.
Sambært stýrisskipanarlógini eru pástandirnir hjá danska uttanríkisráðharranum rættir, men íslendski serfrøðingurin í altjóðarætti heldur støðuna vera eina aðra, tá danska stjórnin hevur góðtikið at samráðast við Føroyar um fullveldi.
? Tá ið danska stjórnin er farin undir at samráðast við føroyska landsstýrið um treytirnar fyri loysing, hevur hon í øllum førum á ein ósagdan ella undirskiltan hátt - og eg meti, at tað er beinleiðis - viðurkent, at føroyingar eru ein tjóð, sum hevur sjálvsavgerðarrætt. Tað skuldi verið greitt við atliti at teim framhaldandi samráðingunum, at spurningurin er ikki longur hvørt, men hvussu og nær, ið føroyingar vilja útinna sín sjálvsavgerðarrætt. Eins greitt er tað, at talan er um sjálvsavgerðarrætt í tí ytra týdninginum, nevniliga um rættin til loysing, sigur Gudmundur Alfredsson í uppritinum.
Landsstýrið fer nú at vísa altjóða stovnum á frágreiðingina hjá Alfredsson, men ætlanir eru ikki um at brúka hana móti donsku stjórnini.










