Landsstýrismaðurin vísir á, at tað fer at koma eina eykajáttan í heyst. Um øll upphæddin verður játtað í einum, er tó ikki greitt enn.
– Teir, sum standa fyri verkætlanini, hava víst á, at tað ikki er tørvur á øllum pengunum í einum. Tí er møguligt, at tvær milliónir verða játtaðir í heyst, og so verður restin játtað á fíggjarlógini komandi ár, sigur Helgi Abrahamsen.
Eysturkommuna hevur sagt, at teir vilja stuðla verkætlanini við einar millión krónum, og Runavíkar kommuna hevur sagt, at teir eisini vilja stuðla. Men Helgi Abrahamsen er ivasamur, um tað fer at bera til hjá teimum at stuðla.
– Tað er ivasamt, um kommunur hava loyvi at stuðla, so eg veit ikki, hvussu tað verður við tí, sigur landsstýrismaðurin.
Sjálvur er hann glaður, at tað er eydnast at fáa pengar til filmsvinnuna.
– Eg eri glaður, at upptøkurnar nú verða gjørdar í Føroyum. Eg ynski tað besta fyri filmsvinnuna, sum er ein nokk so nýggj vinna í Føroyum, sigur Helgi Abrahamsen.
Hann er tó eitt sindur ivasamur, hvussu verður við stuðli, um onkrar nýggjar filmsverkætlanir brádliga koma í framtíðini.
– Eg fekk ein fyrispurning í Løgtinginum um tað, og tá svaraði eg, at kanska skuldi filmshúsið umsitið hesa játtanina, sigur Helgi Abrahamsen.