Landsstýrið heldur vinnulívið fyri spott

-Tað er ein vanlukka fyri vinnulívið, at útlendingalógin ikki er avgreidd, sigur stjórin í Vinnuhúsinum Uppskotið um útlendingalóg kemur ikki í Løgtingið, tí samgongan er ikki samd um tað.

-Hetta er einki minni enn ein vanlukka fyri vinnulívið. Politikararnir halda vinnulívið fyri tað turra spott, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, við Kringvarpið.

-Jan Mortensen vísir á, at politikararnir siga, at føroyska vinnan skal vera kappingarfør við vinnuna aðrastaðni, men tað er hon ikki, tí hon hevur ikki somu atgongd til arbeiðsmegi sum vinnan í teimum londum, sum vit kappast við.

-Skaðin er helst longu hendur, og vit kunnu rokna við inflasjón og príshækkingum, heldur stjórin í Vinnuhúsinum.