Ein annar meiri djúptøkin trupulleiki er arbeiðstíðin, ella rættari tann manglandi skipanin og allýsingin av arbeiðstíðini.
Í 1996 gjørdist greitt, at landsstýrið fór ikki at seta fleiri tænastumannasettar lærarar í starv og at teir frameftir skuldu sáttmálasetast, og í sáttmálan skuldi arbeiðstíðin skipast sum ársverk. Landsstýrið og Føroya Lærarafelag gjørdu tí sáttmála um hesa setan. Arbeiðstíðin hjá tænastumannasettum lærarum hevur ongantíð verið allýst, og tá ið so "nýggja" Fólkaskúlalógin, hon er skjótt 5 ára gomul, áleggur lærarunum nýggj krøv og øðrvísi undirvísingarhættir varð eisini neyðugt at umskipa og allýsa arbeiðstíðina áðrenn hon kundi setast í sáttmálan, soleiðis at lærarar fingu møguleika at lúka tey nýggju krøvini, ið lógin ásetir. Fólkaskúlalógin við teimum nýggju ásetingunum og krøvum er øll í gildi í dag og tyngir arbeiðsdagin í skúlanum meira fyri hvønn dag. Við øðrum orðum er ikki nóg mikið, at ásett er hvussu nógvar tímar lærarar skulu undirvísa, men neyðugt er at seta tímar á alt arbeiðið, lærarin ger á skúlanum, tað veri seg saman við næmingum, lærarum, leiðslu ella skúlastýri.
Lærarar hava hesi seinastu fýra árini arbeitt eftir tí nýggja setanarsáttmálanum, tó við tí somu, at kalla ónýtiligu, arbeiðstíðarlýsing, sum tænastumannasettu lærararnir arbeiða eftir.
Í fleiri ár hevur henda nýskipan av arbeiðstíðini nú ligið á láni, hóast at avtalur siga, at hetta skuldi gerast, fyrstu ferð á jóansøku 1997, aðru ferð 3. juni 1998 og seinastu ferð 30. apríl 2000. Hetta til bága fyri lærarar, næmingar, skúlaleiðslu og skúlastýri, men fyrst og fremst fyri fólkaskúlan (sí "Semja millum Føroya Landsstýri og Føroya Lærarafelag", "Semja millum Føroya Lærarafelag og Undirvísingar- og mentamálastýrið" og "Semja millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið").
Lærararnir hava víst á hvussu arbeiðstíðin kann skipast, men tað tykir sum um at myndugleikarnir ikki hava innlit ella vilja at ganga lærarunum á møti. Landsstýrið hevur sum vera man buktina og báðar endarnar, og so leingi sum tað letur standa til, røkist onki fyri at nakar í hesum landi kann siga nágreiniliga, hvat arbeiði hjá læraranum umfatar. Hetta gevur spenningar og frustratiónir millum lærarar og leiðslu, lærarar og næmingar, lærarar og foreldur, leiðslu og skúlafyrisiting v. m.
Leiðslurætturin gevur myndugleikanum, til ein og hvørja tíð, rætt til at áseta hvussu arbeiðstíðin hjá lærarum skal skipast. Tað er tí óskiljandi at eitt landsstýri kann lata slík óskipað viðurskifti ráða í fólkaskúlanum í so langa tíð.
Hesa tíð hava ikki minni enn fýra landsstýrismenn við skúlamálum saman við landsstýrismanninum við fíggjarmálum havt ovastu leiðslu á skúlanum. Hesir landsstýrismenn hava ikki havt neyðuga dirvið at loyst hetta, fyri okkara fólkaskúla so týdningarmikla, mál.
Øll sum varða av fólkaskúlanum eru nervað av hesum ábyrgdar- og dirvisloysi frá landsstýrismonnunum við skúlamálum, væl hjálpt av landsstýrismanninum við fíggjarmálum.
Í roynd og veru kann ein siga, at landsstýrið heldur lærarar sum gíslar, tí tað veit at lærarar ikki sleppa børnunum og teimum ungu upp á fjall.
Foreldur og borgarar, sum lata helmingin av lønini í skatt, til m.a. løgtingslimir og landsstýrislimir, soleiðis at teir skulu hava ovastu leiðslu av fólkaskúlanum v.m., kunnu ikki vera nøgd við, at hesir ikki hava dirvi at umsita hendan myndugleika, ella eru so lítið semjusøkjandi, at fólkaskúlin liggur í órøkt í áravís.