Oljuavgjaldið verður ikki lækkað, hóast oljuprísurin er methøgur og leggur trýst privatu húsarhaldini.
Tað staðfesti landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, tá ið hann fríggjadagin legði uppskotið um fíggjarlóg fyri 2006 fram.
Vit halda ikki, at tað er rætt at lækka oljuavgjaldið, og tað er eisini støðan hjá tí almenna í fleiri øðrum londum. Vit kunnu ikki stýra marknaðarprísinum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Um vit tóku avgjaldið av nú, og oljuprísurin hækkaði enn meira, hvat skuldu vit so gjørt? So hevði verið neyðugt at latið oljustuðul. Vit kunnu ikki stýra prísinum, og tí taka vit ikki oljuavgjaldið av, sigur hann.
Brúk fyri pengunum
Oljuavgjaldið er 80 oyru fyri liturin, og landsstýrið roknar við at fáa 65 milliónir krónur netto fyri oljuavgjaldið í 2006.
Landsstýrismaðurin fjalir ikki út yvir, at hetta eru pengar, sum landsstýrið hevur brúk fyri.
Vit skulu eisini viðurkenna, at vit hava ikki ráð til at avtaka hetta oljuavgjaldið. Landið hevur brúk fyri pengunum, og samstundis er hetta eisini ein partur av okkara orkupolitikki, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Rættast er, at vit hava meira av óbeinleiðis skattum og minni av persónsskatti, og oljuavgjaldið er saman við øðrum avgjøldum óbeinleiðis skattur, sigur hann.
Tí verður tað ikki landið, sum fer at syrgja fyri einari lækking í oljuprísinum til tey privatu. Sama avgjald er ikki á oljuni, sum vinnulívið keypir.