Kommunalt eftirlit
Heðin Mortensen er varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.
Á einum býráðsfundi 24. oktober var hann virkandi borgarstjóri og leiddi sostatt fundin
Men á hesum fundinum breyt hann kommunulógina.
Ikki bara eina ferð men tvær ferðir.
Tað slær kommunala Eftirlitið fast í eini avgerð, sum tað hevur tikið aftaná fundin.
Eftir fundin kærdi Leivur Hansen, býráðslimur framferðina hjá Heðini Mortensen fyri kommunala eftirlitinum.
Talan var um ein býráðsfund fyri afturlætnum hurðum, har eitt starvsfólkamál var til viðgerðar.
Á hesum býráðsfundinum vóru níggju býráðslimir møttir, fimm úr meirilutanum og fýra úr minnilutanum.
Tann eini býráðslimurin fyri meirilutan var Páll Petersen, sum var varamaður fyri Bjarta Mohr, sum hevði farloyvi.
Táið starvsfólkamálið skuldi takast til atkvøðugreiðslu, boðaði Páll Petersen frá, at hann tók ikki undir við tilmælinum frá meirilutanum, men ístaðin fór at atkvøða fyri minnilutatilmælinum í málinum.
Hetta hevði ført við sær, at tilmælið hjá minnilutanum fór at verða samtykt við fimm atkvøðum ímóti fýra.
? Tá gjørdi virkandi borgarstjórin, Heðin Mortensen ikki mætari enn at hann tók málið av skránni so at tað ikki kom til atkvøðugreiðslu. Hetta gjørdi hann hóast hvøss mótmæli bæði frá Páll Petersen og frá minnilutanum.
Samstundis noktaði hann minnilutanum at fáa sínar viðmerkingar til gongdina í gerðarbókina hjá býráðnum.
Sum siður er
Heðin Mortensen hevur fortalt kommunala eftirlitinum, at Páll Petersen hevði boðað frá, at hann kendi ikki málið nóg væl og at hann tí var í iva um, hvussu hann vildi atkvøða.
? Tí tók eg málið av skránni, sum siður er, fyri at geva Páll Petersen høvi til at seta seg nóg væl inn í málið til næsta fund.
Men hetta vil Páll Petersen ikki kennast við.
Hann hevur boðað eftirlitinum frá, at tað var ikki torført hjá honum at taka støðu, tí drúgva orðaskiftið um málið gav honum innlit í gongdina í málinum.
Hann segði, at hann var samdur við tilmælinum hjá minnilutanum og at hann tí ætlaði at atkvøða saman við minnilutanum.
? Tá vendi Heðin Mortensen sær hvassliga til mín fyri at vita, hvussu eg fór at atkvøða.
Tá ið Heðin Mortensen so fekk at vita, at Páll Petersen ætlaði at atkvøða saman við minnilutanum, tók hann málið av skránni.
Kann ikki takast av skrá
Kommunala eftirlitið sigur, at tað eru borgarstjórarnir, sum skulu lýsa málini, sum koma til viðgerðar á fundunum, soleiðis at kommunustýrislimirnir kunnu taka støðu til tey.
Hava kommunustýrislimir ikki fingið nóg góðar møguleikar at fyrireika seg til eitt mál, sum teir tí ikki kunnu taka støðu til, kunnu teir mótmæla. Og so kann kommunustýrið ikki taka avgerð í málinum, uttan so, at tað er um at fyrnast, ella at málið er av slíkum slag, at støða kann verða tikin til tað av handahógvi - uttan fyrireiking.
Sostatt kunnu kommunustýrislimirnir krevja mál útsett, eru tey ikki nóg væl fyrireikað. Og sostatt er tað er kommunustýrið, sum í seinna enda má taka støðu til, um ávíst mál er nóg væl fyrireikað ella ikki.
Eftirlitið sigur, at tá ið fundarskráðin er send kommunustýrislimunum, men ein kommunustýrislimur ynskir at taka uppskot sítt aftur, eigur borgarstjórin, beinanvegin fundurin byrjar, at boða frá hesum og samstundis spyrja, um nakar annar kommunustýrislimur ynskir at taka uppskotið upp, t.e. at gera tað til sítt uppskot.
Um so er, kann tann kommunustýrislimurin, sum upprunaliga setti uppskotið fram, ikki forða fyri, at uppskotið verður viðgjørt.
Somuleiðis verður mett, at hesin framferðarháttur eigur at verða nýttur, um eitt uppskot verður tikið aftur, tá viðgerðin er byrjað.
? Tá ið ávíst mál er komið á fundarskránna, og fundurin er byrjaður, metir Løgmálaráðið tí, at borgarstjórin ella tann, sum leiðir fundin, undir ongum umstøðum einsamallur kann taka málið av skránni tí teirri grundgeving at einstakur kommunustýrislimur skal fáa betri høvi til at seta seg inn í málið.
? Um kommunustýrislimir eru nóg væl fyrireikaður ella ikki, má tí standa til viðkomandi sjálvan at taka støðu til. Og annars tendur tað til kommunustýrið at gera av, um eitt mál er klárt at atkvøða um, ella ikki
Annars sigur Kommunala eftirlitið, at hevur ein kommunustýrislimur serstøðu í ávísum máli, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina og tað kann ikki verða sýtt.