Landsstýrið harmast
JFK
Landsstýrið hevur viðgjørt málið um søluna av partabrøvunum í JFK-samtakinum og sigur seg "harmast um mannagongdirnar í sambandi við søluna".
- Gjøgnumskygni vantaði, og einki alment útboð hevur verið, sum gevur øllum javnbjóðis møguleika at keypa.
Landsstýrið sigur, at gjøgnumskygni og alment útboð
kundi tryggjað, at rættur prísur fekst fyri partabrøvini.
- Landsstýrið er samt um, at tað nú liggur á Fíggjarmálaráðnum at tryggja, at formligu viðurskiftini við fondsmyndugleikan eru í lagi.
Í stuttum verður sagt, at nú almenn partafeløg verða einskild, leggur landsstýrið dent á, at leiðreglurnar fyri einskiljingar, sum eitt nú fevna um gjøgnumskygni og opinleika, verða fylgdar.









