Landsstýrið hóttir menning og trivnað

TíÐindaskriv frá Føroya Javnaðarflokki

Tað harmar Javnaðarflokkin almikið at síggja avleiðingarnar av samtyktu fíggjarlógini fyri 2003 nú koma til sjóndar. Fyrst hækkaði sjónvarpsgjaldið úr 1500 kr. upp í 2000 kr., síðan hækkaðu mjólkaprísirnir, og nú eru risahækkingar í ferða- og farmagjaldinum hjá Strandfaraskipum á veg.
Tá fíggjarlógaruppskotið varð framlagt, boðaði landsstýrið frá, at SL roknaði við einari meirinntøku orsakað av príshækkingum. Stovnurin hevði longu tá sæð, at tað fór at gerast neyðugt at hækka gjøldini.
Síðani skar samgongan 7,5 mió. kr. meira av játtanini til SL, og landsstýrismaðurin við samferðslumálum boðaði tá frá og gjørdi øllum tingmnnonum greitt, at neyðugt fór at verða við stórum príshækkingum heilt upp til eini 15% ella meira.
Nú er so uppskot komið um, at eitt nú ferðaseðilin við bili um Suðuroyarfjørð fer úr 120 kr. upp í 144 kr. fyri annan vegin - ein hækking upp á 20%. T.v.s. at ferðaseðilin aftur og fram kemur at kosta 288 kr. við bili, og til samanberingar kann nevnast, at hetta er 100 kr meira, enn tað kostar at fara aftur og fram gjøgnum Vágatunnilin uttan avsláttur.
Javnaðarflokkurin harmast um hesa príshækking, sum kemur at raka útjaðaran sera meint. Hetta er galdandi ferðafólk, men sanniliga eisini vinnuna í útjaðaranum, sum fær munandi verri umstøður. Játtanin til flutningsstuðul til flyting av fiski er eisini skerd við einari millión, og tískil koma fiskavirkir í útjaðaranum at fáa tað munandi truplari í kappingini við onnur líknandi virkir í miðstaðarøkinum.
Javnaðarflokkurin kann als ikki góðtaka hesar versnandi umstøðurnar hjá útjaðaranum og útoyggjum, sum er stórsta hóttanin fyri menningina og trivnaðin í hesum parti av landinum.