Mannagongdin skuldi sambært formannin í Umhvørvisnevndini fyri Sundalagið, Jógvan Mørkøre, verið beint øvugt av tí sum higartil er hent. Uttan tilmælið frá hvørki umhvørvisnevndini í Sundalagnum ella Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur Vinnumálastýrið nýliga givið aliloyvi í Sundaglagnum.
Jógvan Mørkøre sigur, at hesi mannagongd vil hann ikki finna seg í. Hann vísir til umhvørvislógina, har dentur verður lagdur á, at tilmæli frá kommunalu umhvørvismyndugleikunum í økinum skal vera givið, áðrenn landsstýrið gevur endaligt aliloyvi.
Hann vísir eisini á, at tað sambært lóg er kommunala umhvørviseftirlitið, sum stendur við ábyrgdini, um umhvørvislógin verður brotin á staðnum. Sostatt gevur landsstýrið loyvi, samstundi sum tað turkar alla ábyrgd yvir á kommunurnar.
Svikstartar
? Landsstýrið tjóvstartar í heilum. Fyri mær er hetta 80?ini umaftur. Noðrur gjøgnum Sundalagið sum heild uppliva vit, at aliringar verða lagdir, og ongin her veit hvat ella hvussu. Fólk halda helst, at eg sum formaður fyri Umhvørvisnevndina her havi givið loyvið. Men tað er tað ikki talan um, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann leggur samstundis dent á, at tað er ikki tí, at tey í Sundalagnum ikki vilja hava alifeløg í kommuni.
? Tvørturímóti eru vit fegin um tað virksemi, sum slíkar fyritøkur skapa. Vit vilja ikki leggja fótonglar fyri nakran. Og vilja fegin samstarva konstruktivt við tey feløg, sum arbeiða í okkara øki. Men ongin sleppur inn á øki at svansa við umhvørvinum, sigur Jógvan Mørkøre.
Tað er eisini av somu orsøk, at umhvørvisverndarlógin er gjørd. Sambært lógina er 1. kærumyndugleiki eisini kommunalu umhvørvisnevndirnar, meðan Heilsufrøðiliga Starvsstovan er 2. kærumyndugleikin, og landsstýrið er 3. kærumyndugleikin.
Finst at embætisfólkum
Jógvan Mørkøre leggur sostatt dent á, at politiska raðfylgjan er røtt. Røtt mannagongd er fyrsta stigið at sleppa burtur frá 80?unum, heldur hann.
Samstundis hevur formaðurin í Umhvørvisnevndini fyri Sundalagið hug at fýlast á embætisfólkini í Tinganesi, sum umsita eitt nú alingina.
? Eg veit ikki, hvør er pápi at hesum. Landsstýrismenn koma og fara, men embætisfólkini, sum arbeiða við hesum, áttu at kent til lógina, og tey áttu harvið eisini at vitað, at tann hátturin, sum landsstýrið nú gevur loyvi upp á, er fullkomiliga á skeivari kós.
Sum nú er heldur Jógvan Mørkøre rætt og slætt, at bæði kommunalar umhvørvisnevndir og Heilsufrøðiliga Starvsstovan vera drigin eftir hárinum, tí landsstýrið praktiserar skeiva mannagongd.
Jógvan Mørkøre hevur sent mótmælisskriv til bæði landsstýrismannin við Umhvørvismálum Eyðun Eltør og landsstýrismanninum við Vinnumálum Finnboga Arge.