Landsstýrið ger virkisætlan fyri veðurlagsøkið

Landsstýrið er í morgun vorðið samt um at gera eina felags virkisætlan fyri veðurlagsøkinum. Virkisætlanin tekur støði í samgonguskjalinum og í Visjón 2015

Ein verkætlanarbólkur skal koma við einari virkisætlan fyri ítøkilig tiltøk, ið skulu minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum. Virkisætlanin skal fáa til vega eitt yvirlit yvir tiltøk og reglubindingar, ið skulu til fyri at røkka málinum. Harumframt skulu umhvørvisligar og samfelagsligar avleiðingar, ið tiltøkini hava, lýsast.

Arbeiðið verður skipað sum ein tvørfakliga verkætlan, har landsstýrið, fyrisitingin og fakfólk luttaka.

Jóannes Eidesgaard løgmaður sigur: ?

- Tað er sera átrokandi, at vit nú gera nakað við veðurlagsøkið og fara til verka sum skjótast. Vit mugu vísa umheiminum, at vit vilja varða av umhvørvinum og ?branda? Føroyar sum eitt burðardygt og umhvørvisvinarligt samfelag,

- Umhvørvisøkið fevnir um mestsum øll málsøki. Neyðugt er tí við breiðum politiskum og fyrisitingarligum samstarvi, um úrslit skulu røkkast, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.