Adrian Noskwith, sum við 5,7 prosentum av partabrøvunum er størsti privati partaeigari í Atlantsflog, hevur lítið álit á tí, sum fyriferst kring føroyska flogfelagið í løtuni.
Í brævi til Niels Mortensen, nevndarformann í Atlantsflog, og Johan Dahl, landsstýrismannin í vinnumálum, sum umboðar tveir triðingar av partapeninginum í felagnum, finst Adrian Noskwith hvassliga at gongdini.
Ferðaseðlar dýrka
Seinasti dropin er avgerðin um, at Atlantsflog ikki longur skal hava tollfríu søluna í Vágum um hendi.
Noskwith finst í tí sambandi serliga at avgerðini um, at týska felagið »Heineman« skal yvirtaka tollfríu søluna í Vágunum, tí tað fer at verða ein stórur fíggjarligur smeitur fyri Atlantsflog - og tað fer í seinasta enda at raka ferðafólkini, sum helst noyðast at rinda meiri fyri ferðaseðlarnar.
– Landsstýrið eigur floghavnina, og floghavnin søkti eftir veitarum til tollfríu søluna. Tvey feløg søktu, men hvørki teirra fekk tað, tí floghavnin tók brádliga útboðið aftur. Síðani samráddist floghavnin við eitt útlendskt felag, sum luttók sum ein undirveitari í øðrum av teimum fyrru boðunum, vísir Noskwith á.
– Síðani vóru loyniligar samráðingar við hetta fremmanda felagið, og semja fekst um, at Vága Floghavn og útlendska felagið skuldu býta yvirskotið sínamillum - og alt hetta fór fram uttan at almenningurin visti nakað. Men úrslitið er, at Atlantsflog, sum hevur havt tollfríu søluna sum eina støðuga inntøkukeldu, nú fer at mangla hesa inntøkuna.
Noskwith undrast serliga á, at landsstýrið, sum bæði stýrir Atlantsflog og Vága Floghavn, røkir egin áhugamál og tekur Floghavnina fram um Atlantsflog, meðan ferðafólkið noyðist at gjalda tað, sum tollfría sølan hevur givið.
- Hetta vil alt annað líka hava við sær, at Atlantsflog noyðist at hækka ferðaseðlaprísirnar, sigur Adrian Noskwith, sum í sama viðfangi undrast á avgerðina, tá landsstýrismaðurin við ábyrgd av flogfelagnum alment hevur eftirlýst lægri ferðaseðlaprísir.
Í brævinum leggur Noskwith tí landsstýrið undir at røkja egin áhugamál, heldur enn áhugamálini hjá ferðafólki og minnilutaeigarunum.
Endamálið við stjóraskiftinum?
Men avgerðin um tollfríu søluna er sum nevnt bara dropin. Tí eisini stjóraskiftið í Atlantsflog, sum brádliga varð kunngjørt í november, tá Magni Arge varð koyrdur frá uttan nakra frágreiðing, hevur fest seg hjá Adrian Noskwith.
Sagt varð, at felagið skuldi hava eina nýggja strategi, og henni var Magni Arge ikki rætti maðurin at standa fyri.
Men nú - knappar tveir mánaðir seinni - er framvegis einki frætt um, hvør henda nýggja strategiin skal verða.
Noskwith vísir á, at Magni Arge hevur kunnað víst á yvirskot í felagnum í 17 av teimum 18 árunum, hann hevur verið stjóri. Og enn er eingin haldgóð frágreiðing komin um, hví hann knappliga skuldi úr stjórastólinum.
Finst at Johan Dahl
Noskwith keypti síni partabrøv í 2007, tá landsstýrið seldi ein triðing av Atlantsflogi. Tá varð sagt, at tað skuldi vera fyrra søluumfar av tveimum, soleiðis, at privatir íleggjarar skuldu eiga tveir triðingar, og landið skuldi eiga seinasta triðingin.
Men brádliga broyttust ætlaninar, og landið eigur framvegis høvuðspartin av Atlantsflogi.
– Tá sølan fór fram varð lovað, at felagið skuldi fáa fríar ræsur at handla - við sonevnda armslongdarprinsippinum - ið merkir, at landsstýrið ikki skuldi leggja seg út í avgerðirnar, sum vórðu tiknar, staðfestir Noskwith.
Hann vísir tó á, at síðani Johan Dahl gjørdist landsstýrismaður, hevur hann havt ein sera virknan leiklut í teimum avgerðunum, sum eru tiknar í felagnum.
Noskwith vísir í hesum sambandi á seinasta ársfund, tá Johan Dahl nýtti sítt vald í felagnum til at yvirtrumfa eina avgerð, sum allir privatu íleggjararnir annars vóru samdir um.
Biðið um fund
Adrian Noskwith vil hava ein fund í lag við nevnd og leiðslu í Atlantsflog fyri at umrøða fleiri viðurskifti, sum sambært størsta, privata partaeigaranum krevja eina frágreiðing.
Noskwith vil tosa um tollfríu søluna og um brádliga stjóraskiftið í felagnum. Eisini vil hava eina frágreiðing um nýggju strategiina fyri Atlantsflog, sum varð fráboðað og brúkt sum grundgeving í samband við stjóraskiftið í felagnum í november. Og sum tað fjórða vil Noskwith tosa um, hvussu nevndin í framtíðini ætlar sær at fara við smærru partaeigarunum í felagnum.
Í brævinum, stílað Niels Mortensen og Johan Dahl, sigur Adrian Noskwith seg vera tøkan at koma á fund fleiri ymiskar dagar í januar, men hann sigur seg framvegis ikki hava fingið svar frá Johan Dahl ella Niels Mortensen.