Landsstýrið fyri 30 árum síðan

Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1979

Á tingfundi 23. januar 1979 fór val fram av løgmanni, ið síðan útnevndi hinar fimm landsstýrismenninar.


Tað eydnaðist Tjóðveldisflokkinum, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkinum at koma ásamt um átrokandi spurningar, sum høvdu staðið í botni undir landsstýrissamráðingunum.


Einasta broyting frá undanfarna landsstýrinum, var at Heðin M. Klein og Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum vóru skiftir út við Petur Reinert og Finnboga Ísakson.