Tað eydnaðist Tjóðveldisflokkinum, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkinum at koma ásamt um átrokandi spurningar, sum høvdu staðið í botni undir landsstýrissamráðingunum.
Einasta broyting frá undanfarna landsstýrinum, var at Heðin M. Klein og Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum vóru skiftir út við Petur Reinert og Finnboga Ísakson.