Landsstýrið fyllir eitt ár í dag

Í dag, 14. september, er eitt ár síðani, at landsstýrssamgonga varð skipað eftir løgtingsvalið, sum var 31. august í fjør.

 

Úrslitið av valinum var, at Fólkaflokkurin fekk størstu framgongina og Javnaðarflokkurin fekk størstu afturgongina. Samgongan sum sat millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn mist meiriluta, tí at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mistu hvør sín tingsess.

Eisini Sambandsflokkurin hevði framgongd, tó at hon ikki var eins stór og tann hjá Fólkaflokkinum. Sambandsflokkurin fór úr 6 upp í 7 tingsessir, meðan Fólkaflokkurin fóru úr 6 upp í 8 tingsessir.

Samráðingarnar eftir valið endaðu við, at Bárður Nielsen fekk litið í hendur at royna at skipa nýggja samgongu – og ikki Jørgen Niclasen, tó at Fólkaflokkurin fekk nógv fleiri atkvøður enn Sambandsflokkurin, sum »bara« gjørist triðstørsti flokkur.

14 dagar eftir valið, tann 14. september 2019, varð landsstýrið skipað við Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum sum løgmanni.

Bárður Nielsen er sætti løgmaður úr Sambandsflokkinum. Hinir vóru:

1. Andras Samuelsen 1948-50

2. Kristian Djurhuus 1950-1958, 1968-1970

3. Pauli Ellefsen 1981-1985

4. Edmund Joensen 1994-1998

5. Kaj Leo Holm Johannesen 2008-2015

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##