Tá Sernámsdepilin fór at virka frá árbyrjan í 1998 var greitt, at neyðugt var við eini nýggjari kunngerð og at greiða mátti á starvs- og setanarviðurskiftunum á nýggja stovninum.
Men hóast politiski myndugleikin hevur havt trý ár um at fáa hesi viðurskifti í rættlag, er einki komið upp á pláss av hesum, og tað er millum annað av hesi orsøk, at løgfrøðingar ivast í løgfrøðisliga grundarlagnum undir stovninum.
Síðani 1997 hava fýra mans sitið í landsstýrissessinum í undirvísingarmálum, og tann nýggjasti av teimum, Torbjørn Jacobsen, fer nú at seta eina kanning í verk av viðurskiftunum á Sernámsdeplinum.
Ætlanin er, at hendan kanning skal staðfesta, hvat tað er, sum er farið fram, síðani Sernámsdepilin varð settur á stovn og fram til dagin í dag.
Kunngerð neyðug
Í 1997 fór umsitingin hjá landsstýrinum undir arbeiðið at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðisligu Ráðgevingina saman til tað, sum varð rópt eina fyrisitingarliga, námsfrøðisliga og fíggjarliga eind.
Landsskúlastjórin, Hensar Ellingsgaard, gjørdi eitt upprit til landsstýrismannin, Eilif Samuelsen, um samanleggingina, og síðani fekk John Rajani - sum nú er løgmansskrivari - til uppgávu at gera eitt upprit um, hvussu samanleggingin kundi gjøgnumførast.
Í oktober mánaði var arbeiðið hjá John Rajani liðugt, og tað var latið landsstýrismanninum.
Í hesum uppriti verður staðfest, at neyðugt var við nýggjari kunngerð, tá Sernámsdepilin skuldi fara at virka.
- Mett verður framvegis, at tað ikki er neyðugt ella rætt at gera serstaka lóg fyri sernámsfrøðisliga virksemi, men nýggj kunngerð má gerast. Uppskot um nýggja kunngerð eigur at verða gjørd skjótast gjørligt, helst í summar, skrivar John Rajani í uppritinum.
Fyrr í ár varð ein nýggj kunngerð umsíðir gjørd, men hon er ongantíð sett í gildi, og Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sigur í eini meting um skúlan, at tað vantar fullkomiliga lógarheimild fyri at innskriva og undirvísa næmingum á einum sonevndum Sernámsdepli.
Starvsviðurskiftini upp á pláss
Uppritið um Sernámsdepilin frá oktober í 1997 viðger eisini setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum á nýggja Sernámsdeplinum.
Uppritið ger greitt, at samanleggingin av Skúlanum á Trøðni og Sernámsfrøðisligu Ráðgevingina setir nógvar spurningar um setanarviðurkskiftini.
- Fyri at fáa greiði á øllum viðurskiftum verður helst neyðugt at taka starvsfólkaviðurskiftini hjá øllum starvsfólkunum í Sernámsdeplinum til viðgerðar, skrivar John Rajani í uppritinum.
Hann sigur, at uppskot má gerast fyri, hvørji størv skulu vera, starvslýsing eigur at verða gjørd fyri hvørt einstakt starv, uppskot má gerast um starvstreytirnar, og samráðingar mugu takast upp við fakfeløgini hjá ymsu starvsbólkunum.
Men hóast hesa staðfesting í uppritinum frá 1997, eru starvsviðurskiftini á Sernámsdeplinum framvegis ógreið, og millum annað ivast løgfrøðingar í heimildunum at gjalda løn til nógv av starvsfólkunum.
Í síðstu viku fingu ógreiðu viðurskiftini og umrøðan av hesum leiðsluna á Sernámsdeplinum at siga seg úr starvi.