Jóannes Eidesgaard sigur seg vera til reiðar at seta hol á eina ítøkiliga politiska viðgerð av støðuni hjá rækjuflotanum.
? Tað er ábyrgdarleyst av landsstýrinum, at tað ikki vil viðurkenna, at rækjuflotin hevur stórar trupulleikar. Politikkur snýr seg ikki um at røkja hugsjónarlig mál, men um at taka trupulleikarnar upp til viðgerðar og royna at loysa teir, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Hann var leygardagin boðin til aðalfundin hjá Felagnum Rækjuskip sum gestarøðari, og har varð hann eisini kunnaður nærri um støðuna hjá rækjuskipunum.
? Støðan er álvarsom, og flotin er veruliga í vanda. Tí kunnu politikarar ikki bara lata sum einki. Rækjuflotin hevur ikki bara lágar rækjuprísir og høgan oljuprís at stríðast við. Flotin er eisini illa fyri av einum hugsjónarligum ráki hjá landsstýrinum, heldur Jóannes Eidesgaard.
Vandi fyri at verða stemplaður
Formaðurin í Javnaðarflokkurin hevur biðið um alt viðkomandi tilfar frá Felagnum Rækjuskip, og tá hann hevur fingið hetta tilfar, er hann sinnaður at taka stig til, at stóru flokkarnir viðgera støðuna.
? Eg veit væl, at tað er stórur vandi fyri at fáa ein stempul á seg við at taka stig til hesa viðgerð. Eg ynski ikki at vera forsprákari fyri, at vinnan skal hava stuðul, men her er bara talan um eina álvarsama støðu, sum vit eiga at viðgera, heldur Jóannes Eidesgaard.
? Tað verður sagt, at stuðul er av tí ónda, og vit skulu ikki aftur í somu støðu sum í 80?unum, tá vinnan fekk nógvan rakstrarstuðul, men tað tykist, sum vit eru farin úr einari veit í eina aðra.
? Støðan er bara tann, at vit hava bara eitt bein at standa á, og tí mugu slíkar trupulleikar í einum parti av fiskivinnuni takast í álvara. Vit eiga at kanna, um tað ber til at veita flotanum onkra avmarkaða hjálp, heldur Jóannes Eidesgaard.