John Johannessen
Tað var ikki bert stjórnin, men eisini landsstýrið, ið fór harðliga fram undir fyrsta samráðingarfundinum um ríkisrættarligu støðuna í danska forsætismálaráðnum 17. mars.
Danka blaðið, Jyllands-Posten, veit at siga frá góðum keldum báðu megin samráðingarborðið, at føroyingar fóru ógvuliga harðliga fram á samráðingarfundinum. Hetta hevur Sosialurin eisini fingið váttað frá føroyskum keldum.
Eitt tað ógvuligasta álopið á donsku stjórnina frá føroyskari síðu var tá Høgni Hoydal kallaði danska búskaparmálaráðharran, Marianne Jelved, fyri ósiviliseraða, tá hon vísti einum føroyskum argumenti aftur. Saman við hørðum orðadrátti frammanundan, østi hetta báðar samráðingarpartarnar so mikið, at Anfinn Kallberg var noyddur at biðja um ein steðg í samráðingunum.
Og júst hesin steðgurin var orsøkin til, at danski forsætisráðharrin brádliga fór út og helt tíðindafund einsamallur, áðrenn samráðingarfundurin var liðugur. Fundurin millum føroysku umboðini mundi ikki blivið liðugur, og tá tey høvdu verið burt í meira enn tveir tímar, tók Poul Nyrup Rasmussen stig til at fara og halda tíðindafundin einsamallur.
Høgni Hoydal vísir pástandinum um, at hann hevur kallað Marianne Jelved fyri ósiviliseraða aftur. Somuleiðis vísir Høgni Hoydal á, at tað var danska stjórnin, ið fór óhøvisliga fram undir samráðingunum, og østi hetta føroyingar. Men kortini gjørdust føroyingar aldri eins harðrendir, sum danir.