Tað eru runnar 73 milliónir fleiri í landskassan trý tey fyrstu fjórðingsárini í ár, enn tað runnu í landskassan fyrstu trý fjórðingsárini í fjør.
Fyribils landsskatturin fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er 1.123.647.077 krónur.
Somu mánaðirnar í fjør var fyribils landsskatturin 1.050.707.688 krónur.
Vøksturin er 72.939.389 krónur. Tað svarar til 6,94 prosent.
Tað vísir fyribilsuppgerðin hjá Taks.
Merkisvert er tað, at lutfalsligi vøksturin í landskattinum í september í ár er bara 3,41 prosemt sammett við sama mánað í fjør. Tað vil siga, at vøksturin í september er bara helmingin av tí, sum vøksturin hevur verið níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Fyribils landsskatturin í september var 121.353.278 krónur.
Í fjør var fyribils landsskatturin í september 117.351.598 krónur.
Vøksturin í september er 4.001.680 krónur, sum svarar til 3,41 prosent.
Vøksturin fyri tíðarskeiðið januar til septemebr í ár er 6,94 prosent.












