Tað var síðsta vikuskiftið, at ein kvinna kom á Landssjúkrahúsið, sum hevði verið úti fyri eini harðligari neyðtøkuroynd. Eftir at hava bart seg leysa frá neyðtøkumanninum, sum rýmdir, áðrenn hann fekk framt illgerðina, hann ætlaði at gremja, fór kvinnan á landssjúkrahúsið. Men har var ikki tann kreppuhjálp at heinta, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum boðað frá 1. mars 2022:
»Frá 1. mars verður tað møguligt hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp uttan at skula seta seg í samband við løgregluna fyrst. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at áratíggju gamalt tos nú loksins verður veruleiki.«
Lesið eisini: https://www.in.fo/news-detail/kvinna-bardi-seg-leysa-og-beit-neydtoekumann
Men tann 1. mars var hendan tilbúgvingin ikki klár. Tað segði Diana Reynstind serlækni í kvinnusjúkum við útvarpið í kvøld. Hon var eisini við á tíðindafundinum saman við millum landsstýrismanninum í heilsumálum og sjúkrahússtjóranum – og við útvarpið segði hon í kvøld, at hon longu tá boðaði frá, at skipanin ikki var klár at seta í gongd. Men kortini vórðu tíðindini borin úr Heilsumálaráðnum, at skipanin var klár.
Tað gav so at býta síðsta vikuskiftið, tá hendan kvinnan kendi seg sum ein royndarpersón í neyðtøkutilbúgvingini hjá Landssjúkrahúsinum, sum ikki virkaði.
Í Degi og Viku fíggjakvøldið, bað Margith Stóra, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, um umbering fyri, at skipanin ikki var klár. Og sambært Dianu Reynstind hava tey á Landssjúkrahúsinum fingið so stóran skelk av hendingini seinasta vikuskiftið, at tilbúgvingin nú hevði riggað nógv betri.