Landssjúkrahúsið fær nýggjan skannara í dag

Nú klokkan 7 kom nýggi CT-skannarin á Landssjúkrahúsið

Stórar fyrireikingar skulu gerast til tungar og tekniskar maskinur sum hesar, og tí hevur verið arbeitt miðvíst fyri at rudda og klárgera gomlu arkivrúmini á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at nýggi CT-skannarin kann húsast har. 

Hetta ferð at gera nakað av broytingum til tykkum, sum skulu vitja Landssjúkrahúsið týsmorgunin millum 07:00 – 11:00. Í hesum tíðarskeiðið verður avmarkað ferðsla við høvuðsinngongdina á Landssjúkrahúsinum og verður tí víst til inngongdinar við Kapellið og Blóðbankan. Vegleiðarar fara at hjálpa, at vísa fólki veg á staðnum.

CT-skannarin hjá Landssjúkrahúsinum er nú vorðin 12 ár, og hóast hann eisini var eitt top modell í sínari tíð, kann hann ikki samanberast við tann nýggja. Tann nýggi CT-skannarin er ein High-end dual-energy skannari og gevur okkum víðkaðar møguleikar innan diagnostikki, tí vit fáa meira nágreiniligar myndir av tí sum er innaní okkum. 

 

Núverandi CT-skannari verður brúktir at gera skanningar av fólkið bæði dag og nátt, so tað verður kærkomið at fáa ein avtrat. Tann nýggi skannarin er av allar kraftigasta slagið og gevur eina betri heildarmynd, tí hann arbeiðir skjótari enn tann gamli. Eitt nú, er hann góður at skanna hjørtu, sum so kent flyta seg allatíðina, og tí kunnu vera ring at fáa støðuga mynd av í gamla skannaranum. Hetta er eitt frambrot fyri okkum og ferð at geva øllum, ið hava tørv á skanning, eitt enn betri tilboð og meira nágreiniliga skanning. 

Tað diagnostiska økið mennist við rúkandi ferð, og soleiðis eru starvsfólk von við at støðugt laga seg eftir nýggjum umstøðum á Landssjúkrahúsinum.