Landssjúkrahúsið ætlar at flyta í róðrarneystið

- Skjótt verður kappróðrarneystið í Havn kanska ein partur av landssjúkrahúsinum.

- Skjótt verður kappróðrarneystið í Havn kanska ein partur av landssjúkrahúsinum.

Áki Bertholdsen


Tað hevur leingi verið ført fram, at tað er blivið ov trongt á landssjúkrahúsinum.

Tí mugu óvanlig tiltøk setast í verk fyri at skapa so frægar arbeiðsumstøður sum gjørligt.

Seinasta tiltakið hjá landssjúkrahúsinum er ein roynd at leiga ovastu hædd á kappróðrarneystinum í Havn.

Patologiska deild er ein partur av landssjúkrahúsinum, sum hevur havt sera vánaligar umstøður.

M.a. húsast Kanningarstovan á patologisku deild, ella Laboratoriið, sum tað verður nevnt í dagligari talu, í trimum hølum á landssjúkrahúsinum.

Meiningin við at leiga kappróðrarneystið í Havn er savna alla kanningarstovuna sum hon er undir sama takið í neystinum, umframt skrivstovur.

Mogens Egholm er fyrrverandi yvirlækni á landssjúkrahúsinum, men hann arbeiðir enn á patologisku deild av og á.

Hann sigur, at enn er leigumálið ikki komið undir land, so enn er ikki heilt greitt, um hetta veðrur til nakað.

M.a. skal kommunan uppí málið, tí neystið stendur á havnaøki og kommunan skal góðkenna, at kanningarstova verður á havnaøki.

Mogens Egholm sigur, at tað er eingin vansi, at kanningarstovan ikki er undir sama takið sum sjálvt sjúkrahúsið.

Tað er heilt vanligt aðrastaðni, at kanningarstovan ikki á sjálvum sjúkrahúsinum.

Hinvegin er kappróðrarneystið tætt við landssjúkrahúsið.

Og størsti fyrimunurin við at flyta oman í neystið verður at tá ber til at savna alla kanningarstovuna, og skrivstovurnar undir sama takið.

Hinvegin verður líkskurðarstovan, ella sektiónsstovan, sum hon verður nevnd - tað er har lík verða kanna- framvegis á Landssjúkrahúsinum.

Mogens Egholm sigur, at tað liggur væl fyri at innrætta kappróðrarneystið til kanningarstovu, tí har er ein stór veitsluhøll og nøkur smá rúm afturat.

Men hvussu stór íløgan verður, veit hann ikki.