Landssjúkrahúsið verður 51 milliónir dýrari enn væntað

Tað sigur Heilsu- og Innlendismálaráðið í dag

 

Í vár metti Landsverk, at 43 milliónir krónur fóru at vanta í útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Tí heitti Heilsu- og innlendismálaráðið á Landsverk at gera nærri greiningar av, hvørji átøk kunnu gerast fyri at avmarka meirútreiðslurnar.

Landsverk hevur greinað byggiverkætlanina nærri, og er niðurstøðan hjá Landsverki tann, at skal nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum gerast liðugur í verandi líki, fara slakar 51 milliónir krónur at vanta í. Tað hevur Landsverk, ið er byggiharri, kunnað Heilsu- og innlendismálaráðið um, upplýsir Heilsu- og Innlendismálaráðið í dag.

- Aftrat hesum eru ymisk krøv og ynski, sum kunnu hava við sær, at H-bygningurin dýrkar nakað afturat, ljóðar tað.

Heilsu- og innlendismálaráðið heitti fyri jól á Landsverk um at hyggja nærri at útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Landsverk hevur kannað byggiroknskapin frá 2009, tá ið upprunaliga verklagslógin kom í gildi, og fram til í dag, og er komin eftir, at peningurin fer at vanta í.