Landssjúkrahúsið í undantaksstøðu

Nú starvsmannafelagið er í verkfall, fær Landssjúkrahúsið bert tikið sær av bráfeingis tilburðum.
- Tað er bert ein spurningur um tíð, hvussu leingi vit kunnu halda tí bráneyðuga arbeiðinum koyrandi við verandi undantøkum, sigur Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum

Ein stórur partur av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum eru limir í Starvsmannafelagnum, og eru flestu deildir tí raktar, nú verfall er. Allar vanligar innleggingar, kanningar og viðgerðir eru útsettar, og í móttøkuni verða bert bráneyðugar uppringingar umstillaðar.
Enn fleiri undantaksloyvi
Poul Gert Hansen, sjúkrahússtjóri sigur, at umvegis Fíggjarmálaráðið hava tey fingið undantaksloyvi, so at eitt nú maskinverkstaðurin og KT deildin, sum røkja tey ymsu teknisku tólini, framvegis virka. Móttøkan virkar í ávísan mun við tað at fólk, sum ikki hava bráneyðug ørindi, fáa vegleiðing í, hvussu tey sjálvi kunnu ringja beinleiðis til deildirnar.
Í veruleikanum er Landssjúkrahúsið í ein undantaksstøðu, har tað bert er ein spurningur um tíð, hvussu leingi støðan kann halda áfram. Tí verður nú søkt um fleiri undantaksloyvi, í fyrstu atløgu fyri at halda tí mest bráneyðuga arbeiðinum koyrandi. Innan leingi verður neyðugt at fáa undantaksloyvi til goymsluna, sum útflýggjar útgerð av ymsum slagi til deildirnar, og leiðslan hevur longu søkt um undantaksloyvi til arbeiðsøkið hjá læknaskrivararnum.
- Tað má avgjørt metast at vera bráneyðugt, eisini fyri eftirfylgjandi viðgerðir at allar sjúkrajournalir verða førdar, sum tær skulu. Í løtuni verða upplýsingar bert noteraðir, og støðan er ikki haldbar í longdini, sigur Poul Geert Hansen.
Hann leggur afturat, at enn er ringt at meta um, hvørjar avleiðingar støðan hevur fyri sjúklingar. Men bíðilistarnir gerast í øllum førum longri, og harvið økist eisini vandin fyri at fleiri av viðgerðunum gerast bráfeingis.