Landssjúkrahúsið umvælast fyri 35 milliónir

?Bygningarnir eru í so ringum standi, at verður onki gjørt

heilt skjótt, fara teir fyri skeytið


 

Næsta ár skal Landssjúkrahúsið umvælast fyri 35 milliónir krónur.

Tað er í hvussu so er ætlanin hjá Landsstýrinum.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, sum er løgd fyri tingið, hevur landsstýrið sett 35 milliónir av til at umvæla Landssjúkrahúsið fyri. Í ár vóru 10 milliónir settar til umvælingar, so næsta ár er upphæddin meiri enn trýfaldað.

Landsstýrið sigur, at tað hevur leingi verið illgruni um, at bygningarnirhjá Landssjúkrahúsinum eru rættiliga illa farnir.

Fyri 13 árum síðani byrjaði arbeiðið at umvæla bygningarnar, men í kreppuni, var játtanin tikin av og tá helt arbeiðið uppat.

Í fjør setti landsstðrið so eina kanning í verk av støðuni. Úrslitið av hesi kanning vísir, at illgrunin um, hald var í illgrunanum um, at standurin var heilt ringur og at vandi er fyri, at bygningarnir fara fyri heilt fyri skeyti, um ikki okkurt verður gjørt heilt skjótt.

Kanningin vísir, at bæði bygningar og installatiónir krevja stórar ábøtur. Nakrar av hesum ábøtum eru so álvarsligar, at ábøtur mugu gerast heilt skjótt.

Tilsamans verður mett, at umvælingarnar fara at kosta 208 milliónir.

Landsstýrið ætlar, at arbeiðið skal byrjað næsta ár og hevur skotið upp at seta 35 milliónir av til endamálið. Ætlanin er so, at arbeiðið skal halda fram út í eitt til í 2010, tá ið alt skal vera liðugt.


Stórt vi?líkhald

Annars krevur Landssjúkrahúsið eisini stórt viðlíkahald fyri at bygningarnir ikki skulu forfella upp aftur meiri.

Og tá ið arbeiðið at umvæla teir er liður, krevst eisini eitt vælskipað viðlíkahaldsarbeiðið, so at Landssjúkrahúsið ikki aftur kemur í somu støðu sum nú.

Landsstýrið roknar við, at tey komandu árini fer viðlíkahaldsarbeiðið at kosta 68 milliónir. Men tað er kortini ongin serstøk játtan sett av til tað endamálið.