Tíðindaskriv
Landssjúkrahúsið fer í næstum at taka nýggja sjúkrahúsbygningin í nýtslu. Bygningurin fer at hýsa fimm deildum, og sum tann fyrsta verður nýggja skurðgongin tikin í nýtslu í komandi viku, tá tann fyrsti sjúklingurin verður lagdur undir skurð í einari av teimum seks nýggju skurðstovunum á 2. hædd í nýggja bygninginum.
Nýggj seingjardeild, rannsóknarstova og medisinsk kanningar- og viðgerðardeild verða allar tiknar í nýtslu komandi mánaðin, og sum tann seinasta av teimum fimm deildunum verður intensiva deild við nýggjari bráðfeingis móttøku og skaðastovu tikin í nýtslu 4. oktober.
Betri tænasta
Umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum hava leingi verið ov trongar til at hýsa einum nútímans meginsjúkrahúsi, og hetta hava sjúklingar og avvarðandi teirra stundum merkt.
Við nýggju umstøðunum fær sjúkrahúsið veitt sjúklingum eina munandi betri tænastu enn higartil hevur verið gjørligt. Greitt er tó, at enn er langt eftir á mál í arbeiðinum at nútímansgera umstøðurnar í gomlu bygningunum. Ein ætlan er løgd fyri hetta arbeiði, ið væntandi fer at taka 10-15 ár.
Fyrsti spakin fyri útbyggingini av Landssjúkrahúsinum varð settur í 15. september í 1998. Upprunaliga var ætlanin at taka nýbygningin í nýtslu tíðliga í ár, men farna løgtingsvalið í úrtíð seinkaði játtanini til keyp av útbúnaði nakrar mánaðir, og tískil mátti tíðarætlanin broytast.
Nýhugsan og endurskoðan
Landssjúkrahúsið er sjúkrahúsið hjá øllum føroyingum og landsins størsta arbeiðspláss við yvir 600 ársverkum. Hóast hetta er Landssjúkrahúsið óvanliga lítið samanborið við meginsjúkrahús aðrastaðni, ið aloftast eru nógv størri og hava eitt nógv størri sjúklingagrundarlag. Tí er neyðugt at hugsa nýtt og skipa arbeiðið á Landssjúkrahúsinum hareftir, um ein skynsamur rakstur skal vera gjørligur.
Hetta avspeglast í nýggja bygninginum, ið er innrættaður soleiðis at til ber at samantvinna virksemi, sum fyrr hevur ligið spjatt. Hetta seinasta árið hevur verið arbeitt við at leggja flytingina í nýggja bygningin til rættis, og í tí sambandi eru mannagongdir og arbeiðshættir endurskoðað. Málið við endurskoðanini hevur verið at skipa arbeiðið betur og harvið betra um tænastustøðið.
Bóklingur um Landssjúkrahúsið
Í sambandi við at Landssjúkrahúsið fyllir 80 ár, samstundis nýbygningurin verður tikin í nýtslu, hevur sjúkrahúsið latið gera ein lítlan bókling. Í bóklinginum, sum telur 40 síður, verður ein partur av umfatandi søguni hjá Landssjúkrahúsinum søgd, eins og litið verður frameftir við greinum, har greitt verður frá um Landssjúkrahúsið sum er - og sum kemur. Bóklingurin er ætlaður starvsfólki, sjúklingum, viðskiftafólki og almenninginum sum kunning um Landssjúkrahúsið.
Opið hús
Leygardagin 2. oktober, áðrenn hurðarnar í nýggju bráðfeingis móttøkuni og skaðastovuni lata upp fyri almennari nýtslu tveir dagar seinni, verður høvi hjá almenninginum at síggja nýggju umstøðurnar. Tá skipar Landssjúkrahúsið fyri opnum húsi við rundvísing í nýggja bygninginum, har starvsfólk fara at greiða frá virkseminum á ymsu deildunum.
Almenn móttøka verður í nýggja bygninginum fríggjadagin 1. oktober.