Hóast sjúkrarøktarfrøðingarnir eru nógv tann størsti starvsbólkurin á Landssjúkrahúsinum, fer samhugaverkfallið, sum verður mánadagin ikki at merkjast nakað serligt á sjúkrahúsinum.
Fyrr í dag boðaðu 21 fakfeløg frá, at tey fara í eitt 24 tíma samhugaverkfall mánadagin við tí endamálið at vísa sín samhuga við Pedagogfelagnum, sum nú hevur verið í verkfalli í ein góðan mánað.
Eitt av teimum starvsbólkunum, sum fara í samhugaverkfall, eru Sjúkrarøktarfrøðingarnir. Men tað eru nevniliga bara sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru í starvi hjá Almannaverkinum, sum fara í samhugaverkfall og teir, sum arbeiða í heilsuverkinum, fara til arbeiðis sum vant.
Annars fara bioanalytikararnir, fysioterapeutarnir og ljósmøðurnar í verkfall, men har tað verður neyðugt, verða viðgerðir og kanningar útsettar og Jóanis Erik Køtlum, stjóri, sigur, at samstundis fara tey at biðja um undantak til bráðneyðugt arbeiði á føðideildini.