Landssjúkrahúsið – óskilið heldur fram

Greinarøðin í Dimmu um sjúkrahúsverkið hevur givið okkum eina avgjørt ikki serliga positiva mynd av hesum almenna stovni. Nógv øtast, onkur vil ikki rættuliga trúgva ræðusøgunum – og uppaftur onnur halda, at tað er kverulantanna falangsa, ið nú ger vart við seg. Men fleiri og fleiri eru eftirhondinin við at gerast greið yvir, at okkurt er, sum ikki riggar sum tað skal. Fyri at siga tað varisliga

Reaktiónirnar frá avvaråandi politisku mynduleikum hava eisini avdúkað, at støðan ikki er nøktandi.

Men tað er ikki bara á deildunum fyri likamlig brek, at støðan er vánalig. Eisini á sálarfrøðiliga økinum er inkompetansan ræðandi! Í hvussu so er, tá ið umræður setanarpolitikk!

Fyri stuttum var lýsing í bløðunum, har søkt var eftir leiðara til nýggjan stovn, Daglonirnar. Hetta er ein samanlegging av fleiri verandi stovnum á psykiatriska økinum. Inn komu fýra umsóknir, og umsøkjarirnir vóru allir/allar kallaðar inn til samrøðu. Har tær høvdu møguleikan at tosa fyri seg, greiða frá visjónum – og annars at fylla út tað, ið møguliga umsóknirnar ikki høvdu gjørt. Soleiðis sum tað nú einaferð eigur at vera. Eftir lokna samrøðu var teimum greitt frá, at tær skuldu fáa svar nakrar dagar aftaná.

Dagin eftir fáa umsøkjararnir so at vita, at avgjørt er at søkja av nýggjum. Setanarbólkurin – ja, ein sovorðin var eisini til staðar – vil fegin hava ein meira “breitt profilieraðan” umsøkjara. Nú verður sagt, at tey ynskja ein samanleggingarserfrøðing. Og at nýggja lýsingin eisini verður at síggja í donskum avísum. Men “gomlu” umsøkjararnir kunnu gott lata umsóknina liggja inn eisini hesuferð!!! Eg meini tað.......

Puha! Sjálvandi er hetta ein diskvalifisering av teimum innkomnu umsóknunum. Og annars ein so inkompetent og amatøragtig prosedura, at tað ljóðar ótrúligt, at hetta skal vera talan um almennan stovn.

Fyrst: Var eitt veruligt ynski um, at nýggi leiðarin skuldi vera samanleggingarserfrøðingur, so var ikki neyðugt at kalla inn til samrøður. Umsóknirnar talaðu vælsaktans sítt greiða mál!

Harnæst: Onga staðni í starvslýsingini frá sjúkrahúsverkinum stóð, at kravið var ekspertisa á samanleggingarøkinum. Og lýsingin var annars detalierað nokk! Láturligt, grátuligt, amatøragtigt!

Og tað lystir meg at vita, hvar ein “samanleggingarserfrøðingur” kann finnast.

Umsøkjararnir hava í góðari trúgv sett seg niður at snikka umsókn saman. Tey ið hava søkt, hava vælsagtans hildið seg verið skikkaði. Og eg veit, at meira enn ein var tað! Eftir upprunaligu starvslýsingini frá “serfrøðini” úti á sjúkrahúsverkinum. Men gakk. Tey vóru skúgvaði til viks. Av berari inkompetansu. Og liggur inkompetansan ikki í seinna enda á hesum glantrileiki, so liggur hon í byrjanuni (í sjálvari starvslýsingini). Summasummarum er í øllum førum: vánaligt! Óbrúkiligt. Amatøragtigt!

Millum lokalar heksadoktarar onkustaðni, ellar í nógv tilafturskomnum londum, kundi slíkt verið góðtikið. Ikki tá ið tað snýr seg um okkara almenna sjúkrahúsverk. Sum vit skattaborgarar gjalda.

Og hvussu kann hetta so bera til? Í besta føri er talan, sum omanfyri nevnt, um amatørkendar avgerðir. Um inkompetansu. Um manglandi førleikar at sita í tí starvi, ein situr í. Tey, ið her hava havt eitt orð at skula sagt, hava dumpað. So tað forslær!

Verri er, um avgerðirnar omanfyri byggja á persónligar sym- ella antipatiir. Um onnur mál – um eventuellar forsøgur (og tær finnast her!) – hava beint fyri ikki bara møguleikanum hjá tí eina, men hjá øllum umsøkjarunum.

Ella kanska er orsøkin ein einføld triðja? Ein tørvandi intellektuellur og/ella empatiskur pondus hjá teimum, ið sita og taka avgerðir?

Hvussu er og ikki, í ongum førum er støðan tryggjandi.

Etikkur og moralur fylla nógv í røktini. Bæði hjá teimum likamliga og teimum sálarliga sjúku. Men eyðsýniliga er hvørki etikkur ella moralur serliga frammaliga í huganum hjá teimum, ið sita á hægri rókunum. Ilt er í hvussu so er at fáa eyga á nakrar djúpari etiskar reflektiónir í samband við hetta mál.

Hetta eigur tó ikki at ganga longur. Ikki nú. Fokus er sett á dólgaríið, og vit mugu krevja av okkara heilsuverki, at tað verður rikið professionelt. Á øllum økjum. Einki svans í viðgerðini, hvørki av sjúklingum ella starvslýsingum og umsøknum!

Setanarbólkurin og tey, ið annars hava ábyrgdina av hesi komediu, hava sett seg sjálvi í skák. Tey eru noydd at finna og seta ein, ið hevur hollar royndir sum “samanleggingarserfrøðingur”. Tey, ið longu hava søkt starvið, taka sjálvsagt sínar umsóknir aftur. Tey eru diskvalifiseraði, so tað stendur eftir.

Fleiri og fleiri almenn og privat arbeiðspláss hava í dag skipanir, sum premiera generellan dugnaskap. Og eyðsýniligur ódugnaskapur verður vanliga takseraður hart og kontant. Og soleiðis eigur tað eisini at verða!

Hvussu við sjúkrahúsverkinum?

 

Ps.

Tann, ið hesar reglur hevur skrivað, er avvarðandi hjá einum av teimum, ið gjørdu sær ómak at senda umsøkn inn. Hjá okkum hevur tað verið sum helst hjá teimum flestu í slíkum førum. Tíð verður brúkt upp á at snikka umsókn saman, og tíð verður brúkt upp á at fyrireika seg til setanarsamrøðu.

At eg soleiðisnar umvegis verið hildin fyri gjøldur er so eitt; men hesir fýra umsøkjararnir hava fingið eina viðferð, ið teir/tær als ikki hava uppiborið!

Vónandi fara umsøkjararnir til løgtingsins umboðsmann við hesum máli.