Landssjúkrahúsið skal endavendast

KOLLVELTING Støðan á Landssjúkrahúsinum verður nú tikin upp í Løgtinginum, tí hetta er rætta løtan komin til at fremja kollveltandi broytingar, heldur Miðflokkurin

- Nú er rætta løtan komin at fremja umfatandi broytingar á Landssjúkrahúsinum.
Tað halda løgtingsmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, úr Miðflokkinum.
Teir vilja nú hava Løgtingið at at taka støðuna á Landssjúkrahúsinum til viðgerðar og endamálið við teirri viðgerðini skal vera at fremja umfatandi broytingar í virkseminum og í arbeiðsgongdini.
Akkurát hvussu teir báðir fara at reisa málið í Løgtinginum, hava teir ikki tikið støðu til.
Men Bill Justinussen er vísur í landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, fer at fáa meiri enn ein spurning í Løgtinginum um støðuna á Landssjúkrahúsinum og tað er eisini væntandi, at onkur beinleiðis uppskot fara at verða løgd fyri tingið.

Leiðslan skerjast
Og stendur tað til Miðflokkin, skulu viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum kollveltast.
Serliga heldur Bill Justinussen, at leiðsluviðurskiftini eina at verða munandi broytt.
Hann heldur, at tað at alt ov kostnaðarmikið og stirvi at hava eina trýstreingjaða leiðslu ovast uppi við einum stjóra, einum læknastjóra og einum sjúkrarøktarfrøðistjóra.
- Harafturat kemur so ein menningarstjóri, so í veruleikanum er fýra fólk í leiðsluni og tað er heilt óhugnaliga dýrt.
Tí heldur hann, at nú Allan Skaalum er farin frá sum stjóri, eigur landsstýrismaðurin ikki at seta ein nýggjan stjóra fyribils.
Hinvegin heldur hann, at hendan næsta tíðin skal brúkast til at endurskoða leiðslubygnaðin, soleiðis at tað verður ein einsamallur stjóri á øllum Landssjúkrahúsinum.
- Veruleikin er, at øll hesi leiðslufólkini brúka alt ov nógva tíð til at finna semjur innanhýsis um tað virksemi, sum skal vera og um tiltøk, ið skulu setast í verk.
- Tað veit eg frá míni egnu tíð sum landsstýrismaður í heilsumálum, leggur hann afturat.
Tað tók nógv ár og kostaði nógv stríð at semjast um tann trýstreingjaða leiðslubygnaðin, sum nú er. Hvussu kanst tú vænta, at tað fer at bera til at finna semju fara aftur til tann gamla bygnaðin við einum einsamøllum stjóra?
Ja, tað veit eg, men tað er ov kostnaðarmikið. Tað einasta rætta er at hava ein stjóra, sum síðani kann søkja sær ráðgeving frá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, tá ið serlig mál stinga seg upp teimum viðvíkjandi.
Bill Justinussen ivast eisini í, hvussu nógv sjúkrarøktarfrøðingar fata røktarfakliga stjóran sum teirra umboð í leiðsluni, tí hann er ein samansjóðaður partur í leiðsluni.
Bill Justinussen leggur afturat, at tekur landsstýrismaðurin ongi stig í málinum, er tað ógvuliga sannlíkt at hann sjálvur fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.