Landssjúkrahúsið setir ferðina niður

Landssjúkrahúsið fer nú eisini at seta ferðina niður á virkseminum fyri at minka um smittuvandan av coronavirus.

Í stuttum merkir hetta, at ikki-kritiskir partar av landssjúkrahúsinum verða niðurraðfestir, meðan viðgerðir til teirra, ið hava tørv, verða raðfestar.

Sjúkrahúsini eru ein høvuðsæðr í tilbúgvingini í Føroyum, og tí hevur leiðslan tikið øll ráðilig stig til at forða fyri, at sjúklingar og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum ikki verða smittað av coronavirusinum. Átøkini hava longu fingið avleiðingar fyri sjúklingar, og tey fara at ávirka tænastan sjúkrahúsið fyribils teir komandi 14 dagarnar, sigur landssjúkrahúsið.

 

Niðanfyri eru nøkur av átøkunum, ið landssjúkrahúsið fer at fremja komandi tíðina:

 

Skurðdepilin útsetir planlagt virksemi
Frá mánadegnum verða mest sum allar planlagdar skurðviðgerðir útsettar, sum ikki eru bráðfeingis. Tó verða allar krabbameinsviðgerðir og kanningar framdar sum vanligt.

Skert virksemi á seingjardeildunum
Bæði á medisinska og psykiatriska deplinum eru færri sjúklingar innlagdir á deildunum enn vanligt. Allir aðrir sjúklingar verða útskrivaðir. Eisini á føðideildini er virksemið avmarkað til tað bráðneyðuga. Øll føðifyrireiking og rundvísing er avlýst, og strangar avmarkingar eru settar til vitjanir.

Samstundis er medisinska deildin B7 nú skipað sum serstøk “coronadeild”, ið verður tikin í nýtslu, um tørvur verður á at innleggja sjúklingar við coronasmittu.

Ambulatoriini lata aftur
Støða er tikin til, at øll medisinsku ambulatorii lata aftur frá mánadegnum og komandi 14 dagarnar. Í staðin lata vit upp serstøk ambulatorii til teir sjúklingar, ið ikki kunnu bíða við at koma til kanningar ella viðgerð. Eisini verða allar ambulantar kanningar og viðgerðir í psykiatriini útsettar, sum kunnu útsetast.

Læknarnir eru í ferð við at seta seg í samband við allar sjúklingarnar, sum verða ávirkaðir av hesum, og ein meting verður gjørd av tørvinum í hvørjum einstøkum føri.

Rannsóknarstovan skerda tænastu
Fyri at avmarka smittuvandan verða blóðroyndir og EKG einans tikin av teimum, sum skulu til viðgerð hjá serlækna á sjúkrahúsinum. Metir kommunulæknin ikki, at blóðroynd kann bíða, verða hesar gjørdar eftir avtalu.

Viðgerðir uttanlands verða útsettar
Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum hevur givið fleiri sjúklingum boð um, at viðgerðin uttanlands er útsett. Eisini her er bert talan um viðgerðir, ið kunnu bíða. Alt bráðfeingis verður gjørt sum vanligt.

Samstundis er eisini stórar avmarkingar á tekniska økinum, køkinum og á vaskaríinum á Landssjúkrahúsinum.