Landssjúkrahúsið er aftur í andglettinum. Tað, sum er hent hesar seinastu dagarnar, opnar fyri eini gongdari leið ? men opnar samstundis fyri eini fullkomuligari kaotiskari gongd, sum fleiri viðkomandi persónar hava sagt sínar viðkomandi meiningar um.
Allir partar, sum hava átikið sær leiðsluábyrgd ? formliga ella ikki ? hava ábyrgd av at finna ta gongdu leiðina og at ganga hana í praksis. Formliga leiðslan verður í hesum sambandi sett á ein royndarbonk, har bert tann búni stendur mát.
Var Landssjúkrahúsið ein stakur trupulleiki í føroyska almenna sektorinum, so var helst ikki so trupult at finna eina gongda leið.
Men so er ikki.
Aðrir trupulleikar í almenna sektorinum
Politikkarar eru gyrdir í brøkur av trupulleikum, sum vísa seg alla staðni í tí almenna sektorinum við nøkrum heilt fáum undantøkum. Vit skulu ikki minnast so langt aftur, so kunnu vit nevna Læraraskúlan, Almannastovuna, pensjónsmálið, Trøllanes-málið, Skúlan á Trøðni, Fólkaskúlan, Landsverkfrøðingin, Kunningardiskin í Vágum, Postverkið, telefonverkini, Strandferðsluna, innkrevjingardeildina hjá Toll- & Skattstovu landsins, tekniska skúla í Havn o.s.fr.
Og so alt tað, sum vit ongantíð hoyra beinleiðis, men sum fyri mong er lætt at lesa av, tá ið ein hoyrir eitthvørt frágreitt í fjølmiðlunum. Umframt alt tað, sum vit hoyra vinir og kenningar kæra sína neyð um.
Í øllum hesum meldrinum skulu starvsfólkini brúka stóran part av lívi sínum. Eini 6.000 í tali!
Væl tey flestu starvsfólkini velja at tiga. Av góðum grundum.
Nøkur fá starvsfólk kenna sínar skyldur í demokratiska samfelagnum og hava møguleikan, viljan og evnini at átaka sær ábyrgd. Skam fái tann, sum hóttir ella háðar hesi ábyrgdarfólk.
B6 í perspektiv
Onkur hevur sett trupulleikarnar á B6 í samanhang við restina av Landssjúkrahúsinum. Tað er mikið gott, men er helst eitt lítið gagnligt perspektiv.
Eitt annað perspektiv er at síggja B6 í samanhangi við tann almenna sektorin annars.
Kann tað vera, at sjúkrasystrarnar á B6 bera eini boð frá starvsfólkunum hjá tí almenna sektorinum yvirhøvur? Kann hetta vera eitt róp til føroyskar politikarar: »Skapa fortreytir fyri betri nyttu og størri effektiviteti!«? Kann tað vera, at tað serliga á B6 var, at har finst leiðsluorka hjá starvsfólkinum og ein makt, sum formliga leiðslan heilt einfalt ikki kundi síggja burtur frá, umframt at tíðin nú er búgvin til hetta málið ? sum tilsamans gjørdi, at í hesum førinum bar ikki til at køva demokratisku krefturnar?
Sagt eitt sindur øðrvísi: Í einum demokrati ber ikki til við skili at seta seg so fast á formligu maktina, at aðrir partar á starvsøkinum kenna á sær, at tað, tey lata úr hondum, móti teirra vilja hevur ov vánaliga góðsku.
Eitt gagnligt perspektiv
Hetta perspektivið er gagnligt, tí tað er viðkomandi. Viðkomandi er tað, tí sjúkrasystrarnar á B6 hava brúkt leiðslumálburð. Tær hava ikki brúkt sjálvsøknan málburð.
Hetta perspektivið er gagnligt, tí tað kann loysa upp fyri tí ítøkiliga málinum á Landssjúkrahúsinum.
Hetta perspektivið er gagnligt, tí tað setir ljóskastaran á ein trupulleika, sum liggur aftanfyri tann ítøkiliga trupulleikan á Landssjúkrahúsinum, men sum trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum eru ein partur av.
Hetta perspektivið er gagnligt, tí tað vísir á eina gøtu, sum føroyingar hava gingið í øldir og sum ger, at føroysk starvsfólk ikki standa aftanfyri nakran í effektiviteti.
Hetta perspektivið er gagnligt, tí tað vísir á eina gøtu, sum flestu lond í vesturheiminum royna at trakka, men sum er ring at ganga alla staðni. Hendan gøtan eitur ?strategisk atferð?, sum er tað øvugta av ?atferð av royndum? ? at alt skal roynast í nøkur ár, soleiðis at vit alla tíðina eru ov sein á sjóvarfallinum. Rákið skifti, áðrenn vit fluttu okkum. Vit krevja prógv fyri tí, sum var, heldur enn at skapa myndina av tí, vit vilja skal verða.
Hetta perspektivið er gagnligt, tí tað ber helst til at fáa ein samanhang millum trupulleikarnar á Landssjúkrahúsinum og trupulleikarnar á Læraraskúlanum, Almannastovuni, pensjónsmálinum, Trøllanes-málinum, Skúlanum á Trøðni, Fólkaskúlanum, Landsverkfrøðinginum, Kunningardiskinum í Vágum, Postverkinum, telefonverkunum, Strandferðsluni, innkrevjingardeildini hjá Toll-& Skattstovu landsins, tekniska skúla í Havn o.s.fr. ? so ymiskir hesir trupulleikar annars tykjast vera.
Ikki minst er hetta perspektivið gagnligt, tí tað er teoretiskt og praktiskt møguligt at loysa trupulleikarnar við kendum og royndum arbeiðshættum. Um politisk megi verður løgd í spurningin, so ber til at venda eini óndari ringrás.
Ein vón
Tíðirnar eru serstakliga spennandi í hesum døgum. Tað vildi tí verið stórt spell, um hesir trupulleikar á brúnni gera, at týðandi møguleikar fara aftur við borðinum, samstundis sum vit brúka av tí hepna fonginum til at skava útyvir, har vit heldur áttu at bøtt um.
Tað er mín vón, at tey, sum taka sær av hesum ítøkiliga málinum, mega fáa eina hepna hond. Tað er eisini mín vón, at tað onkursvegna verður møguligt innan alt ov leingi at seta á tann veruliga trupulleikan í tí almenna sektorinum.