Umráðandi er, at vit taka støði í veruleikanum.
Eliesar Olsen, skurðlækni sigur í samrøðuni í sosialinum fríggjadagin 27. august, at: »um hugt verður eftir heilsuverkinum í øðrum londum, er ikki fólkatalsgrundarlag fyri at hava sjúkrahús í Føroyum yvirhøvur. Sjálvsagt er tó neyðugt at hava sjúkrahús«, og víðari stendur, »men sambært Eliesari Olsen er ikki neyðugt við trimum sjúkrahúsum í Føroyum í 1999 nú infrastruktururin er væl útbygdur«.
Tað eru bert 45.000 íbúgvar í Føroyum. Fyri at hava eitt vælvirkandi økissjúkrahús, skulu vit helst vera 400.000 íbúgvar - ella tíggju ferðir so nógvir føroyingar. Hetta hava vit, sum á politiska økinum í ávísan mun hava arbeitt innan sjúkrahúsverkið í Føroyum, víst á øll árini. Men læknaliðið á landssjúkrahúsinum, hevur áhaldandi sagt føroyingum, at Landssjúkahúsið skal vera okkara ríkissjúkrahús, og skal hava status sum so. - Ja, hvar flýtur okkara sjúkrahúsverk.
Skilagóða greinin hjá Niclasi Johannesen og upplýsingarnar í Sosialinum leygardagin, sum lýsir stríðið á Landssjúkrahúsinum - tó bert seinastu árini og bert ávíst mál - vísir eisini, hvussu lítil veruleiki er í, bæði tí Eliesar Olsen og Helena Dam á Neystabø, føra fram.
Føroyingar eiga ikki at lata seg leiða í blindum av Helenu Dam á Neystabø, sum í drúgt ár hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum, og ikki er komin longur.
Landsstýrismaðurin
heldur beina kós
Hennara setningur er púra greiður. Hon sigur m.a. í samrøðu síni í Sosialinum seinasta leygardag, at: »Útsagnirnar hjá Jógvani við Keldu vísa, at hann ikki torir at viðgera støðuna innan føroyska sjúkrahúsverkið við opnum sinni. Jógvan veit væl, at tað eigur at verða framd ein rationalisering innan føroyska sjúkrahúsverkið, men hann er bangin fyri, hvussu hetta fer at raka Klaksvíkar sjúkrahús.
Hetta kann neyvan sigast greiðari. Hennara »opna sinni« hevur longu avgjørt, at ein rationalisering fer at raka Klaksvíkar Sjúkrahús, og tí eisini Suðuroyar Sjúkrahús.
Eg haldi ikki, at nakar kann siga, at eg ikki havi torað at viðgjørt sjúkrahúsmálið við opnum sinni. Tað havi eg gjørt í meira enn seinastu 20 árini, men heldur Helena Dam á Neystabø, at hava »opið sinni« er at halda við hennara sentralistisku linju, heldur enn at fáa meira fyri peningin, og at alt sjúkrahúsverkið kann virka til fyrimuns fyri sjúklingin, so er ikki lætt.
Eliesar Olsen sigur, at tað »... er ikki neyðugt við trimum sjúkrahúsum í Føroyum«, og seinni sigur hann, at »...rationalisering ikki merkir at tey bæði smærru sjúkrahúsini skulu niðurleggjast«.
Eliesar, talan frá læknaligum sjónarhorni er ikki um eitt ella trý sjúkrahús, men um virðing fyri sjúklinginum, at sjúklingurin kennir seg tryggan, og tað alment viðurkenda prinsippið, nevniliga, viðgerð so nær sum gjørligt, har sjúklingurin býr.
Eitt opið kjak við »opnum sinni«
Tað, sum Helena Dam á Neystabø hevur víst, síðani hon kom í sessin, hevur havt púra greiða linju. Hon veit, at játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús seinnu árini, er nógv skerd sammett við Landssjúkrahúsið. - Hon ger einki við tað, men tosar bara um at skerja enn meira.
Fyri at taka teppið meira undan, skjýtur hon upp at niðurleggja seinastu læknavaktirnar á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum hóast alt bert hava eina vakt í part, meðan Landssjúkrahúsið hevur sjey læknavaktir.
Her er nógv annað at koma inn á.
Komandi 10 dagarnar verið eg burturstaddur, men eg vil gera vart við, at um eg fái pláss antin í Sosialinum ella í Dimmalætting, fari eg at koma við frágreiðingum - við opnum sinni - sum Helena Dam á Neystabø nevnir. Nakað verða endurtøkur, meðan annað verður hugskot, og eg haldi meg gjøgnum árini at hava gjørt mær so mikið stóran ómak at seta meg inn í viðurskiftini, sum ein vanligur politikari kann gera tað, at eg vóni at fáa eitt »opið« kjak við Helenu Dam á Neystabø, og onnur, sum meta seg at hava »opnari sinni« enn eg.
Her skal tó sigast, veruleikan tiknan við í kjakið, so má tað sum skurðlæknin og landsstýrismaðurin komu við í Sosialinum 27. og 28. august metast sum rein luftkastellir, og uttanfyri allan veruleika. - Tað skal eg koma nærri inn á.
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður og borgarstjóri