Landssjúkrahúsið hevur ikki altíð ráð til at geva sjúklingunum tann besta heilivágin.
Tað staðfestir Tummas í Garði, læknastjóri.
Hann sigur, at ein avleiðing av teimum sparingum, tey noyðast at seta í verk á Landssjúkrahúsinum í seinna hálvári í ár fyri at fáa játtanina at halda, er tann, at ongar nýggjar viðgerðir verða settar í verk.
- Tað kemur nýggjur heilivágur alla tíðina og rákið er eisini tann vegin, at heilivágur, sum longu er til, verður brúktur til at viðgerða fleiri og fleiri sjúkur við.
Talan er í flestu førum um tann ómetaliga dýra, lívfrøðiliga heilivágin, sum í mesta mun verður brúktur til sjúklingar við krabbameini, ymsum giktsjúkum og til sjúklingar við sclerosu og øðrum sjúkum í nervalagnum.
- Men sum støðan er nú, fáa vit ikki sett nýggjar viðgerðir í verk á Landssjúkrahúsinum, so tað mugu vit bíða við til næsta ár, sigur læknastjórin.
Sostatt eru tað summir sjúklingar, sum ikki fáa tann besta heilivági, sum er til taks fyri teirra sjúkum.
- Vit hava bara ráð til at geva tær viðgerðirnar, vit hava játtan til, sigur Tummas í Garði.
Hann sigur, at í Íslandi og aðrastaðni hava politisku myndugleikarnir gjørt av, hvørjar sjúkur skulu viðgerðast og hvør heilivágur skal verða til taks.
- Eina slíka avgerð hevur politiski myndugleikin í Føroyum ikki tikið, tí her stendur tað til hvønn serlækna sær at gera av, hvørjum heilivági, teir viðgera sjúklingarnar við.
Lurtaðu ikki eftir okkum
Fíggjarlig vanstýring er ikki orsøkin til, at landssjúkrahúsið aftur í ár noyðist at seta umfaandi sparingar í verk fyri at fáa játtanina at halda.
Tað staðfestir Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.
- Vit hava fult yvirlit yvir játtanina til lønir og aðrar útreiðslur, sigur hann.
Men tað, sum tey ikki eru harrar yvir, eru tær serligu uppgávurnar, sum verða lagdar undir Landssjúkrahúsið mitt í einum ári.
Tummas í Garði sigur, at í fjør fekk Landssjúkrahúsið umfatandi uppgávur bæði í sambandi við CTD og H1N1.
- Tí høvdu vit ongan møguleika at halda játtanina, hóast vit hava tamarhald á peninganýtsluni.
Hann sigur, at í ár eru tað serliga útreiðslurnar til dýran, lívfrøðiligan heilivág til sjúklingar við krabbameini, ymsum sløgum av gikt og til sjúklingar við Sclerosu og øðrum sjúkum í nervalagnum, sum eru eksploderaðar.
- Hetta er eisini støðan í øðrum londum.
- Tá ið játtanin fyri ár ár varð løgd, gjørdu vit vart við hetta, men tað tók politiski myndugleikin ikki til eftirtektar, tí játtanin, vit fingu, stendur ikki mát við tær framskrivingar, vit løgdu á borðið.
Á fundum ígjøgnum árið hava vit eisini gjørt heilsumálaráðið vart við støðuna og at vit noyðast at seta sparingar í verk, tí útreiðslurnar til heilivágin veksa so nógv
Læknastjórin sigur, at veruleikin er, at Landssjúkrahúsið hevur ongantíð fingið tað játtanina, vit halda skal til fyri at reka Landssjúkrahúsið á einum nøktandi fakligum støði.
- Og tann játtanin, vit hava fingið, er nógvar milliónir undir tí, sum vit mæltu til at vit skuldu fáa í ár, leggur hann afturat.
Tummas í Garði sigur, at sostatt er tað skeivt, tá ið politikarar føra fram, at vit hava fingið tað játtan, vit hava biðið um.
- Vit hava fingið tað játtanina, sum landsstýrismaðurin á økinum hevur megna at útvega okkum, men tað er nógv lægri enn tað, sum Landssjúkrahúsið sjálvt hevur biðið um.
les eisini greinina: Landssjúkrahúsið má seta minst 100 fólk á bíðilista










