Landssjúkrahúsið: Nú verða nógv longri bíðitíðir

Hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingarnar, men tað má leiðslan á Landssjúkrahúsinum taka ábyrgdina av, siga sjúkrasystrarnar

 

Landsjúkrahúsið


? Tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingarnar, at royndirnar at finna semju um arbeiðsviðurskiftini á B 6, nú eru slitnaðar.

Tað ivast Ingun Gaardbo, álitisfólkið hjá sjúkrasystrunum á B 6 onga løtu í.

Hon sigur, at tað sum nú hendir, verður eitt álvarsligt bakkast fyri sjúklingarnar, men tað má leiðslan og avvarðandi myndugleikar taka uppá seg.

Hon sigur, at uppsagnirnar hjá teimum18 sjúkrasystrunum standa sostatt við og at tað er sjálvsagt at tað fer at fáa avleiðingar.

?Skal tað ikki fáa avleiðingar, tá ið 18 sjúkrasystrar á eini deild á Landssjúkrahúsinum fara úr starvi ísenn, hevði tað verið rímiligt at spurt, hvat vit hava verið har til, sigur hon.

Á Landssjúkrahúsinum eru tvær heiliráðsdeildir, B 6 og B 7.

Hon ivast ikki í, at tað arbeiðið, sum nú verður gjørt á B 6, fer at verða flutt yvir á B 7.

? Men har hava tey eisini ivaleyst at gera og kunnu ikki eisini átaka sær arbeiðið, sum hevur verið gjørt á B 6.

? Tí fer tað uttan iva at føra við sær, at bíðitíðin til ymsar tilrættislagdar kanningar og viðgerðir, fara at verða munandi longri, tí trýstið á deildina, sum verður opin eftir nýggjár, verður nú tvær ferðir størri, enn tað hevur verið og tað merkist.

Ingun Gaardbo sigur, at á B 6 hava tey havt nøkur serøki, eitt nú sukursjúku, sjúkur í nervalagnum, eitt nú heilabløðingar, blóðproppar og svullir í heilanum, krabbameinssjúklingar, sjúkur í maga og sodningarlagi og blóðsjúkur.

?Eg ivist ikki í, at tað nú fer at taka munandi longri tíð at sleppa fram at verða kannað fyri sjúkur av hesum slagi og tað fer eisini at at taka longri tíð at sleppa framat hjá serlæknum at fáa viðgerð fyri hesar sjúkur, sigur Ingun Gaardbo.


Hevði borið til

Annars ivast hon ikki í, at tað hevði borið til at umskipa B 6 og B 7, øðrvísi, soleiðis at B 7 bleiv dag- ambulantorium, sum varð opið frá 8- 16 hvønn dag, har sjúklingar fingu ymsar viðgerðir, soleiðis sum leiðslan hevur skotið upp. Samstundis skuldi B 6 verða ein songjadeild við pláss fyri 24 sjúklingum. Sostatt skulu bæðåi sjúklingar og starvsfólk býtast ørðvísi ímillum deildirnar, enn nú.

? Men at gera tað soleiðis sum umstøðurnar eru í løtuni - undir tíðartrýsti, nú vit eru komin út á eggina, er lítið skilagott, tí tá verða fyrireikingarnar ikki so góðar, sum tær eiga at vera.

Ingun Gaardbo sigur eisini, at tá ið nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu um hálvtannað ár, hevur ætlanin verið at umskipa deildirnar tá, og at gera eitt dag-ambulatorium, sum ætlanin nú er at gera á B 7.

?Men av tí, at hendan støðan er íkomin, verður hetta framskundað, og tað gongur ov skjótt fyri seg, tí slíkar umleggingar eiga at verða gjørdar í friðartíð. At gera tað undir trýsti, ger,a t fyrireikingarnar verða ikki so góðar, sum tær eiga at vera.