Landssjúkrahúsið mennir bráðfeingisviðgerð

Landssjúkrahúsið skrivaði fríggjadagin undir avtalu við Social- og Sundhedsskolen í Silkeborg um víðari útbúgving av ambulansu starvsfólki hjá Sjúkraflutningstænastuni, fyri at menna um førleikan hjá teimum, at viðgera sjúklingar á sjúkustaðnum og ávegis til sjúkrahúsið.

- Landssjúkrahúsið setur við hesum fokus á hospitalsviðgerð, sum ein liður í at optimera sjúklingagongdina hjá bráðfeingissjúklingum, sigur Landssjúkrahúsið.

Útbúgvingin er ein uppgradering til sama støði sum verður kravt í Danmark og aðrastaðnis, og sum er góðkent av Sundhedsstyrelsen. Hon er í trimum modulum, og støðið verður lagt eftir danska leistinum í samstarvi við bæði føroyskar og danskar undirvísarar. Ætlandi skulu 12 starvsfólk í Sjúkraflutningstænastuni fara undir útbúgving seinna hálvár í ár.