Landssjúkrahúsið má seta minst 100 sjúklingar á bíðilista

LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Aftur í ár má Landssjúkrahúsið seta umfatandi sparingar í verk fyri at halda játtanina. Avleiðingin er, at yvir 100 sjúklingar, sum eftir ætlan skuldu leggjast undir skurð í ár, mugu bíða

Minst 100 sjúklingar, sum eftir ætlan skuldu leggjast undir skurð á Landsjúkrahúsinum í ár, verða nú noyddir at bíða til næsta ár.
Hetta er ein avleiðing av, at Landssjúkrahúsið aftur í ár noyðist at seta umfatandi sparingar í verk fyri at fáa játtanina at halda.
Sambært Kringvarpinum í farnu viku noyðist Landssjúkrahúsið at spara 10 milliónir tað, ið eftir er av árinum fyri at fáa játtanina at halda.
- Hetta letur seg ikki gera uttan at tað fær avleiðingar fyri sjúklingarnar, sigur Tummas í Garði, læknastjóri.
Hann sigur, at ein avleiðing av hesum er, at allar skurðviðgerðir, har vandi ikki er fyri lívi ella førleika, verða útsettar til næsta ár.

100-140 sjúklingar
At Landssjúkrahúsinum noyðist at seta stórar avmarkingar í verk seinnu helvt av einum ári fyri at fáa játtanina at halda, hevur verið ein afturvendandi trupulleiki í nógv ár.
- Í fjør førdi sparingarnar við sær, at 140 sjúklingar, sum ætlanin var at leggja undir skurð í seinna hálvári í fjør, máttu bíða til í ár.
- Teir sjúklingarnir eru avgreiddir fyrra hálvár í ár – men nú gera sparingar í ár so tað, at sjúklingarnir, sum eftir ætlan skulu viðgerðast seinna hálvár, mugu bíða til næsta ár.
- Vit hava sett okkum sum mát, at talið á teimum, sum verða sett á bíðilista í ár, skal vera lægri enn í fjør. Tí ætla vit, at talið á sjúklingum, sum skuldu viðgerðast seinna hálvár í ár, men sum nú mugu á bíðilista til næsta ár, skal ikki verða meiri enn gott 100.
Hann leggur dent á, allar skurðviðgerðir, sum eru bráðneyðugar fyri lívi og førleika, verða sjálvandi gjørdar.
- Talan er bara um at útseta tær tilrættisløgdu skurðviðgerðirnar, sum tola at bíða uttan at seta lív ella førleika í vanda, sigur Tummas í Garði.
- Men tað veldst alt um umstøðurnar og vandi er sjálvandi altíð fyri, at talið verður størri, leggur hann afturat.
Teir sjúklingar, sum verða settir á bíðilista til næsta á, eru fyrst og fremst sjúklingar, sum skulu skifta knø og mjadnar og ella sum krevja aðrar.
- Skurðviðgerðir, sum krevja nógvar seingjardagar aftan á viðgerðina, verða eisini útsettar til næsta ár.
- Men stinga bráðneyðugar skurðviðgerðir seg upp, kann eisini verða neyðugt at útseta smærri skurðviðgerðir, staðfestir Tummas í Garði.
Les eisini greinina: Landssjúkrahúsið noyðist at spara helivág