Landssjúkrahúsið hevur nú fingið pengarnar

Løgtingið hevur nú endaliga samtykt at játta Landssjúkrahúsinum átta milliónir krónur afturat, so at virksemið kann halda fram ótarnað

Tað er nú greitt, at Landssjúkrahúsið fær átta milliónir krónur afturat at arbeiða fyri í ár. Tað hevur Løgtingið nevniliga samtykt fyri eini lítlari løtu síðani.

 

Herfyri boðaði Landssjúkrahúsið frá, at játtanin rakk ikki til og tískil var neyðugt at seta sparingar í verk. Í hesum sambandi varð boðað frá, at ymsar viðgerðir, sum ætlanin var at gera, men sum ikki vóru bráðneyðugar, vóru at bíða til næsta ár.

 

Og tá ið støðan varð gjørd upp, vísti tað seg, at tað eru átta milliónir, sum mangla í, og tí legði landsstýrið uppskot fyri Løgtingið at samtykkja at lata Landssjúkrahúsinum eina eykajáttan upp á upphæddina.

 

Uppskotið varð lagt fram í gjár, men tað er viðgjørt í skundi og fyri eini løtu síðani varð tað samtykt endaliga, so at virksemið á Landssjúkrahúsinum kann halda fram, ótarnað.