Heilsuverkið
Nú er ongin patologur longur á Landssjúkrahúsinum.
Patologurin sum var, Mogens Egholm, legði frá sær fyrsta mai og tí hevur verið neyðugt at umskipa virksemið á Landssjúkrahúsinum.
Tað kemur ikki óvart á leiðsluna fyri Landssjúkrahúsið, at hann leggur frá sær, tí tað eru nú fleiri ár síðani, at hann fór frá fyri aldur, men kortini hevur hann arbeitt í fleiri ár, men fyrsta mai legði hann so endaliga frá sær.
Men tað hevur verið ógjørligt at fáa nakran patolog á Landssjúkrsahúsið at taka starvið eftir hann.
?Hetta er ikki nakað serstakt fyribrigdi fyri Landssjúkrahúsið. Tað eru ógvuliga fáir patologar til so tað eru mong sjúkrahús ymsastaðni, sum ikki fáa patologar, sigur Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.
Patologar gera nógv ymisk arbeiði. Tað eru m.a. teir, ið kanna royndirnar, ið verða tiknar í teimum fyribyrgjandi kanningum, sum verða gjørdar av kvinnum. Teir kanna eisini royndir ið verða tiknar av vevnaði og blóði fyri at vita, um sjúka er uppi í og tá ið umstøðurnar tala fyri tí, eru tað teir, ið kanna lík fyri at vita, hvør deyðsorøkin er.
?Tað er stórur tørvur á patologum runt um. Í Danmark er bara 70% av tørvinum nøktaður og tað er onki sum bendir á, at hetta fer at broytast framyvir, sigur Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum í Havn.
Góð samstarvsavtala
? Tann partin av patologiska arbeiðnum, sum er at kanna deyðsorsøkina, kann ikki longur verða gjørd á Landssjúkrahúsinum.
-? Men er tað neyðugt, ber altíð til at fáa ein patolog uttan eftir at gera tað.
Er talan hinvegin um rættarliga patologi, tvs, at kanna lík, tá ið illgruni er um brotsverk, er ikki loyvt at brúka egnar patologar, tí tá koma altíð rættarligir patologar uttaneftir.
Fyri at nøkta tørvin á patologiskum kanningum annars, hevur Landssjúkrahúsið tí gjørt eina avtalu við Ríkissjúkrahúsið.
?Hetta er ein góð avtala sum ger, at vit í framtíðini ikki vera verri fyri, enn vit hava verið, sigur Ane Grethe Mikkelsen.
Hon sigur, at eftir avtaluni verða royndirnar, sum verða tiknar í Føroyum, pakkaðar og sendar á Ríkissjúkrahúsið og so fáa vit svar í faxi í seinasta lagi tríggjar dagar eftir.
Býta útreiðslurnar
Ein annar partur av patologiska arbeiðnum er at kanna royndir, sum verða tiknir av sjúklingum ímeðan teir liggja undir skurði.
Men eisini tað er avtala gjørd við Ríkissjúkrahúsið um, so at Landssjúkrahúsið útvegar sær útgerð til telemedisinska útgerð, tvs, at myndir av royndunum verða fluttar niður á Ríkissjúkrahúsið elektroniskt.
? Tað merkir, at tá ið royndir verða tiknar av sjúklingum, sum liggja undir skurði, verða teir lagdur undir mikroskopið og so kunnu patologarnir á ríkkissjúkrahúsinum síggja royndirnar samstundis, sum tey í Havn og koma til eitt úrslit beinanvegin. Tað ber eisini til at tosa ímillum starvsfólkið í Havn og á Ríkissjúkrahúsinum.
Anne Grethe Mikkelsen sigur hendan tænastan frá Ríkissjúkrahúsinum er ókeypis.
Útgerðin til hesa telemedisinsku útgerðina kostar 1,4 millión, men av teimum rindar Ríkissjúkrahúsið 900.000 krónur og vit betala 500.000 krónur.
?Hetta ger Ríkissjúkrahúsið til tey fegin vilja hava hesa tænastuna og útgerðin kann eisini brúkast til onnur sjúkrahús.
Hon sigur, at av tí, at trotið á patologum er so stórt, er gongdin nú tann, at patologi verður savnað á miðdeplum, sum fleiri sjúkrahús so brúka.
Hon sigur, at samstundis, eru laborantar á Landssjúkrahúsinum útbúnir til at arbeiða undir nýggju skipanini.
?Tað, sum vit hava gjørt, er at brynja okkum út til framtíðina, leggur hon afturat.
Anna Grethe Mikkelsen sigur, at avtalan við Ríkissjúkrahúsið ger, at Landssjúkrahúsið er ikki verri fyri, enn tað var frammanundan.
? Orsøkin til, at vit hava valt Ríkissjúkrahúsið, er at vit senda teir allarflestu av okkara sjúklingum á Ríkissjúkrahúsið og tað samstarvið eru vit sera væl nøgd við. Og tá er tað ein fyrimunur at patologisku royndirnar eisini verða gjørdar á sama sjúkrahúsið, so at alt er undir sama taki.










