Landssjúkrahúsið fyllir 86 í dag

Tann 23. februar í 1924 flutti Landssjúkrahúsið - ella Dronning Alexandrines Hospital - úr Gamla Hospitali í Lágabø í Havn í nýggja og stásilga bygningin úti við Sandagerð. Í sambandi við føðingardagin hevur matarhøllin á Landssjúkrahúsinum ræst kjøt og súpan at bjóða teimum, sum keypa sær døgurða har. Oman á fáa tey lagkøku.

Tað var í 1829, at Gamla Hospital, sum stóð í Lágabø í Havn við Skarpholið, varð bygt tikið í nýtslu sum Føroya fyrsta sjúkrahús - Færø Amts Hospital.

Tá sjúkrahúsið flutti út í nýggja bygningin - har sum Føðideildin er í dag - skifti sjúkrahúsið navn til Dronning Alexandrines Hospital - og seinni, í sekstiárunum, tá tað nýggja sjúkrahúsið stóð klárt, fekk tað navnið Landssjúkrahúsið.

Í dag hátíðarhalda tey so, at tað eru 86 ár síðani at flutt varð úr Lágabø út í Alexandrines Hospital.

Gamla Hospitalið í Lágabø varð fyri nøkurm árum síðani flutt av grundini, tá Skipasmiðjan bygdi út. Tað stendur nú fáa metrar omanfyri við Sigmundargøtu og verður gjørt í stand til savn.