Fleiri nýggir serlæknar hava nú bjóðað seg fram til at taka við starvi á Landssjúkrahúsinum.
Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at í seinastuni hevur Landssjúkrahúsið fingið ein hjartalækna afturat, soleiðis at teir nú eru tríggir í tali. Nýsetti hjartalæknin er Jan jóannesarson, Hann er longu byrjaður.
Somuleiðis er Marita av Steinum sett í starv sum serlækni í lungnasjúkum. Tað starvið hevur verið ómannað síðani Jón á Steig fór úr starvið fyri nógvum árum síðani, so tað er ein ógvuliga kærkomin starvssetan, sigur sjúkrahússtjórin.
Samstundis hava tey eisini lýst eftir serlækna í gikt. Johnny í Grótinum sigur, at skikkaðir umsøkjarar eru til starvið og í næstum verða samrøður við umsøkjararnar. Hann væntar fyri vist, at tað starvið verður sett beint eftir summarfrítíðina.
Og harafturat eru tveir serlæknar í psykatri eisini settir í starv á Landssjúkrahúsinum. Eisini tað er ein ógvuliga kærkomin styrkur, tí har hevur Tórmóður Stórá verið einsamallur í starvi.
Miriam Rasmussen er ennar psykiatarin, sum nú er settur í starv og eftir summarferiuna byrja so ein afturat.
Á fíggjarlógini fyri í ár varð ein serliga pulja upp á fimm milliónir krónur settar av, sum varð markað til at seta fleiri serlæknar í starv, og Johnny í Grótinum sigur, at hon hevur munað. Tað hevur eisini munað, at sáttmálaviðurskiftini eru broytt, soleiðis at serlæknar kunnu verða sáttmálasettir, tí ikki allir vilja vera tænastumenn og tað var ein fortreyt fyri onkrari starvssetan, at teir kundu vera sáttmálasettir.










