Landssjúkrahúsið fær framkomið hjálpartól í gávu

Fysioterapideildin á Landssjúkrahúsinum hevur fingið eitt LiteGait - tól í gávu frá Lions felagsskapinum í Føroyum.

LiteGait - tól er venjingar- og hjálpartól, sum er sera effektivt í royndunum at endurvenja gongd og serligar trupulleikar, sum kunnu elva til, at fólk ikki hava natúrligt gongulag.

Á Landssjúkrahúsinum eru umleið 120 apopleksi sjúklingar um árið og hjá einum stórum parti av teimum er gongulagið ávirkað.

- Eftir langa sjúkralegu, er gongulagið altíð ávirkað, og venjing við Litegait – tólið styttir munandi um endurvenjingartíðina, siga tey á Landssjúkrahúsinum.

Tey siga, at tað eru einir 8-10 sjúklingar, sum hava brúk fyri at venja í Litegait - tóli hvønn dag og tí er hetta ein sera kærkomin gáva, sum hevur stóran týdning, siga tey á Landssjúkrahúsinum.