Hesi næstu fýra árini skal Landssjúkrahúsið fáa eina pulju upp á fimm milliónir um árið, sum er markað til at útvega Landssjúkrahúsinum fleiri serlæknar fyri.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvussu tað gongst við at skipa heilsuverkið og nær munagóð stig fara at verða tikin til at bøta um arbeiðsumstøðurnar á sjúkrahúsunum.
Sirið Stenberg sigur, at eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, skuldi Landssjúkrahúsið spara heilar 16 milliónir, og tað fór at fáa álvarsliga avleiðingar.
Men síðani er landsstýrið samt um at hækka játtanina fyri at sleppa undan sparingum, men at tað nú er Løgtingið sum ger av, hvussu verður.
Men harumframt fær Landssjúkrahúsið eina serliga játtan næsta ár upp á fimm milliónir krónur, sum er markað til at seta fleiri serlæknar í starv.
Samstundis verður miðað eftir, at játtanin hækkar fimm milliónir afturat hvørt ár, soleiðis at í 2020 verða 20 milliónir krónur settar av á fíggjarlógina, sum eru markaðar til at seta fleiri serlæknar í starv, teir skrivarar, og onnur starvsfólk, sum hoyra til ein serlækna.
Sirið Stenberg sigur, at hetta er í samsvar við tilmælini í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, har tað verður víst á, at tann tørvurin á fleiri serlæknum er tann størsta avbjóðingin í okkara sjúkrahúsverki í løtuni.
Hon leggur afturat, at næsta ár fer hon at leggja nógv arbeiði í at seta menningarætlanina fyri sjúkrahúsini, í verk.