Landssjúkrahúsið – Bábels­tornið við Sandagerð

William Smith

---------------

 

Navnið Bábel kemur av tí hebraiska sagnorðinum balal, ið merkir “at ørkymla ella at blanda saman”. Vit kenna øll søguna í 1. Mósebók um býin Bábel, ella Bábylon, har menn­iskjað fór undir at reisa eitt torn, ið skuldi røkka heilt ‘upp í Himmiríki’. Men Várharra dámdi einki hesa framsøknu, verðsligu verkætlan og bar so í bandi, at fólk fóru at tosa ymisk tungumál, so tey ikki skiltu hvørtannað. Nú tornbyggjaranir ikki kundu tosa saman, kundu teir heldur ikki byggja nakað saman, og teir spjaddust í allar ættir. Ein siðregla, vit kunna læra av hesari mytuni, kundi verið, at skulu vit byggja nakað saman, er ein treytin, at vit kunna tosa saman.

Eisini Føroyar hevur eitt ‘bábelstorn’ – kanska betur kent sum ‘Landssjúkrahúsið’. Ikki tí, har verður yvirhøvur tosað føroyskt, so fyri tað skuldi borið til at fullfíggja ‘Bábels­tornið’ og bygt tað – um ikki upp í Himmiríki - so kortini so mikið høgt, at tað kom undan teirri politisku tokuni og tað pínliga møsnið, ið fyllir opnu eftir opnu í onkrum av fjøl­miðlu­num, og sum teir argastu ráksnúðingarnir í Løgtinginum misbrúka.

Heilsupolitikkur og politiskir ráksnúðingar

Tað er ein royndur sannleiki, at vit hava teir politikararnar, vit hava uppiborið. Tá ið SARS-sóttin gekk, var eingin endi á yvirhuganum hjá vesturlendsku politikarunum at seta nærum alt í verk, so at sóttin ikki breiddi seg. Tað var ikki tí, at SARS var ein altoyðandi sjúka. Einki afturímóti tuberklum, HIV, malaria og øðrum herviligum sóttum, ið taka lívi av milli­ónum av fólkum hvørt einasta ár, serliga í teimum tilafturs­komnu londunum. Bara 8.200 tilburðir av SARS vórðu skrásettir frá november 2002 til juli 2003 í 29 londum. Onkur vil vera við, at grundin til yvirhugan hjá vesturlendsku politikarunum var, at SARS var ein “demokratisk sjúka” – hon kundi eins væl raka politik­ararnar! Tað kunna tuberklar og HIV eisini, men ikki uttan at vit so at siga gera okkara til at blíva smittað. Nú er hetta valla orsøkin til, at politikararnir ikki duga at evna ein heilsupolitikk til, men dømið er kortini hug­vekjandi. Politisku herrópini trutu ikki undan løgtings­valinum. Niðurlagið var, at alt Føroya fólk hevði rætt til nærum alt slag av læknaligari viðger og heilsurøkt, um so øll fíggjarlógin og hjartablóðið við skuldi til at fremja hugflogini. Men sjálvandi var einki ítøkiligt sagt um, hvussu hetta heilsuliga fyllishornið skuldi fíggjast. Og væl tað sama. Um lyftini vórðu sett í verk, hevði hvør króna verið markað til heilsubót av øllum slag. Valstríðið og orrustan um Landssjúkrahúsið hevur víst, at eingin av teimum politikaru­num, ið lovaðu mest, tykjast at hava ferilin av, hvat heilsupoli­tikkur snýr seg um. Nú valstríðið er av, og løgtings­sessirnir so trygt fløva dintlar­nar, er lagamanni at venda ranguni út á politiska vendi­sperðlinum. Teir somu politik­ararnir, ið undan valinum lovaðu, at hvør hamaratá, hvør knykil, hvør æðraknútur og hvør hemorida skuldi verða skorin frá okkara plágaðu tjóð, noktaðu herfyri at veita 30 milliónir krónur í eykajáttan til at reka Landssjúkrahúsið fyri. Og rætt er tað – eykajáttanir eru eitt óskil. Men tað ørkymlandi er, at teir politikaranir, ið nú noktað eykajáttanina, eru teir somu, ið hava skapt tann heilsupolitiska hurlivasan, ið er atvoldin til, at upprunaliga fíggjarjáttanin ikki røkkur. Landsstýrið og Løgtingið royna at køva heilsupolitiskan eld. Og tað er væl dýrari at køva eld enn at byrgja fyri, at eldur kemur í. Vit brúka nærum hvørt oyra til at viðgera sjúkur fyri, men tað er ikki heilsupolitikkur – tað er viðgerðarpolitikkur. Heilsupolitikkur eigur at fevna um meiri enn so, og tað skal í øllum førum gagna øllum samfelagnum. Hoyrdi eg nú onkran politikara siga, at hann veit hvat samfelagsorienteraður heilsupolitikkur snýr seg um? Torir hann at tala, hann sum hevur ábyrgdina av vanvirðis­ligu viðferðini av teimum sinnissjúku her á landi? Ella havi eg misskilt okkurt? Er tað soleiðis, at her á landi er ongin sjúkur í sinninum? Eg hoyri nógv um ‘sálarsjúk’ fólk, so tann parturin av heilsuskipanini er kanska í stóran mun eitt guddómligt greiðslumál?

Heilsupolitikkur sum opportunistiskt jarnbrot

Tað eru onnur dømi um at ‘heilsupolitikkurin’ verður misbrúktur til at fremja persónlig áhugamál. Til dømis hava vit hoyrt lúðurblásturin frá einum politikara, ið heldur, at heilsuverkið eigur at verða rikið sum ein trolari við einum skipara á brúnni. Sjálvur hevur hann tætt samband við tað óupplýsta himmalska eina­veldið. Hetta einaveldið, hann sjálvur (altso politikarin) hevur greinað, heldur hann, skal verða gjøgnumtrumfað á Landssjúkrahúsinum. Umframt at vera politikari er maðurin lækni. Hann er uttan iva ein dugnaligur lækni, men tað tykist, sum hevur hann hvørki hóming av sjúkrahúsleiðslu ella innlit í demokratiskar grund­reglur. Læknaútbúgvingin fevnir ikki um leiðsluførleika. Annars hevði okkara góði politikaralækni helst vitað, at einaveldið langt síðani er tikið av í flestu vestanlondum bæði í politikki, sjúkrahúsleiðslu og í vinnulívinum.

‘Skeri eg teg her missi eg teg har’

Tað er skyldan hjá politikarara­num at greina, hvat heilsu­politikk­urin eigur at snúgva seg um. Skulu vit leggja dentin á fyribyrgjandi tiltøk ella skulu vit serliga leggja okkum eftir at viðgera sjúkur? Hvat er best fyri samfelagið sum heild? Skulu vit vaksinerað fyri krabbamein í lívmóðrini? Skulu vit hava eina skilaliga heilsu­røktarskipan á barnastovnum og í skúlum? Hesar spurningar eiga politikarnir at taka støðu til – og seta fíggingina í mun til politisku ambitiónirnar. Eitt er í hvussu so er vist: verður heilsu­politikkurin ikki greinaður og avmarkaður, kemur ikki annað burturúr enn eitt ævigt klandur um, hvussu nógv ið skal – ella kann – verða brúkt til viðger. Skal sparast, er bara ein gongd leið, og tað er at skerja viðgerð­irnar.

Verða viðgerðinar skerdar, missa vit heilsustarvsfók – ella tá kunna tey verða uppsøgd. Og tað ger mun. Tá ið so Landssjúkrahúsið er piðað inn á bein, kunnu Føroyar rósa sær av at hava heimsins glæsiligasta lasarett standandi úti við Sanda­gerð. Men her hava politik­ararnir skapt sær eitt ótýdligt limbo, tí eingin av teimum vil vera við, at Landssjúkrahúsið ikki skal viðgera sjúk fólk. Teir vilja hava bæði greivabitan og konubitan. Teir vilja hava meira viðgerð, samstundis sum teir nokta at játta tað, sum tað kostar. Fyri tað kundu teir eins væl kravt at tyngdarlógin verður avtikin. Men áðrenn teir fara at gera tað, kundu teir kanska hugt nærri at tí sjúkra­húsverkinum, vit hava. Er tað lagað eftir føroyska samfelag­num? Kundi tað verðið rikið skynsamari og bíligari?

Tær heilagu kýrnar

Tað slepst ikki undan, at skulu hesir spurningar lýsast líkinda­liga, noyðast vit at stumpa undir ta viðbreknastu, heilagu, heilsupolitisku kúnna her á landi:

Tað er eitt óskiljandi paradoks, at vit framvegis hava trý sjúkrahúsini, ið verða rikin sum sjálvstøðugir stovnar við somu grundleggjandi, fakligu greinunum og harafturat hava akutt-funktiónir. Politikararnir vita - vit vita - øll vita - at sjúkrahúsverkið hevði gagnað samfelagnum betur, um tað var rikið við einum miðvísum heilsupolitiskum endamáli. Tað er ein sannroynd, at skulu fakligu førleikarnir hjá heilsustarvsfólki haldast við líka, er neyðugt at hava rutinu í fakligu mannagongdunum. Tað fer at knípa við førleikunum, um viðgerðir av øllum slag verða spjaddar til heili trý sjúkrahús við einum fólka­grundarlagi, ið er minni enn 50.000. Og tað kostar meira enn tær 30 milliónirnar, sum aktuella klandrið snýr seg um. Serfrøðingarnevndin, ið skal kanna viðurskiftini í sjúkra­húsverkinum, kemur í hvussu so er fram til eina prinsipiella niðurstøðu, niðurstøðu, og hon verður, at vit- eins og aðra­staðni í heiminum - eiga at skipa sjúkrahúsverkið eftir fólkagrundarlagnum.

Eitt sjúkrahús og tvær eftirviðgerðareindir

Bæði suðuroyingar og norðoy­ingar vita, at dygdin av sjúkra­viðgerð verður ikki betri, jú fleiri sjúkrahús vit hava. Um so var, skuldi sjúkrahús verið á hvørjum tanga. So vítt eg havi skilt, eru tað heldur ikki suðuroyingar ella norðoyingar, ið forða fyri, at teirra sjúkrahús verða brúkt soleiðis, at alt landið fær fleirfaldaða nyttu av teimum sum eftirviðgerðar­eindir, og at Landssjúkrahúsið tekur sær av kliniskari viðgerð burturav. Ein slík skipan hevur einki við leiðslu av sjúkrahús­verkinum at gera. Tað er heilsupolitikkur. Politikara­læknin veit ivaleyst eisini, at tað eru bæði góðir og vánaligir trolaraskiparar. Men teir verða ikki betri av, at reiðarin situr við skrivaraborðið og gevur skiparanum boð um, hvussu hann skal sigla og fiska. Við boðskapi sínum avdúkar læknapolitikarin, at hann ikki hevur meiri skil á heilsu­politikki enn kortteknarin hevur á at føra skip. Tað hevði sømt seg betur fyri tey fólkavaldu í Løgtinginum at víst politiskt dirvi – at komið við einum heilsupoltikki, ið er grundaður á tær samfelagsligu treyturnar, vit hava, og á tað heilsuliga tilfeingið, vit eiga.

Men stríðið um Lands­sjúkrahúsið, hetta herostratisk ólekiliga, ‘babelsyndromið’, er aftur í fullum blóma, og politikararnir spjaða heldur enn at samlað. Teir hjúklað um ein sjúkan heilsupolitikk heldur enn at royna at lekja hann og fáa hann at trívast, og sjálvir tykjast teir at trívast við, at so er.