Landssjúkrahúsið aftur komið í peninganeyð

Fyribils verður talið á sjúklingum, sum verða sendir uttanlands til viðgerðar, avmarkað – men bara har vandi ikki er fyri lív og heilsu

Landssjúkrahúsið er aftur komið í peninganeyð tí at játtanin á fíggjarlógini er ov tepur. Og Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum er kallað saman í skundi at viðgera málið 

 

Ein uppgerð vísir, at Landssjúkrahúsið heur brúk fyri 14 milliónir krónum afturat í ár fyri at kunna sleppa undan at seta sparingar í verk og fyri sostatt at kunna varðveita virksemið á sama stigi sum í fjør. 

 

Harumframt hevur sjúkrahúsið nú fingið eina rokning upp á sjey milliónir krónur fyri serviðgerð uttanlands í 2016 og 2017. Sostatt manglar Landssjúkrahúsið 21 milliónir krónur tilsamans í ár.

 

Á landssjúkrahúsið hava tey kortini sett sparingar í verk fyri at tálma nýtsluni, men kortini er brúk fyri eini eykajáttan upp á 10 milliónir krónur fyri at fáa samanhang í tað vanliga virksemið. Eitt nú eru ymisk umsitingarlig størv, sum eru ómannað, ikki sett aftur fyribils, umframt at aðrar sparingar eru settar í verk.

 

Fremstu orsøkirnar til trupulleikan er, at lønirnar eru hækkaðar nú nýggir sáttmálar eru gjørdir, úreiðslurnar til fremmandar læknar hevur verið størri og serviðgerðin uttanlands hevur verið dýrari. 

 

– Tað verður áhaldandi arbeitt við samstarvi ímillum sjúkrahúsini fyri at gagnnýta játtanina betur og fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum og fyri at bøta um viðgerðirnar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í umbøn síni til Fíggjarnevndina.

 

Hon sigur, at á játtanini til serviðgerð uttanlands mangla sjey milliónir krónur, men at tiltøk eru sett í verk fyri at avmarka talið á sjúklingum, sum verða sendir uttanlands. Men hon vísir á, at bara tær viðgerðir uttanlands, har vandi ikki er fyri lívi ella heilsu, verða útsettar, og tað fer at spara nakrar milliónir, kanska ímillum tríggjar og sjey milliónir krónur.