Tað er nú greitt, at umstríddu landsroyndirnar, sum vórðu avlýstar fyrr í vikuni, skulu kortini vera.
Landsroyndirnar skuldu vera mánadagin. Tær skuldu vera talgildar, men servarin krassjaði og tíansheldur máttu tær avlýsast.
Men Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, boðar nú frá, at hann hevur tikið avgerð um, at landsroyndirnar í 4. og 6. flokki, verða fluttar til 20., 21. og 22. mai 2014.
Men tað er eisini greitt, at tær verða upp á gamla mátan, altso við við pappíri og blýanti og sostatt er ætlanin um at hava royndirnar talgildar í ár, slept.
- Arbeiðið at talgilda landsroyndirnar heldur tó fram, og vónandi verður ein loysn funnin til næsta royndarumfar, sum verður á vári 2015, sigur Bjørn Kalsø
Í næstu viku verður kunnað betri um royndirnar og hvørji amboð næmingarnir kunnu brúka í sambandi við royndirnar, sigur hann.
|










