Formaður Føroya Lærarafelag er samdur við landsstýriskvinnuni í, at tað er lítið gagnligt at gera kanningar, royndir og eftirmetingar, sum ikki verða brúktar til nakað skilagott
Hetta skrivar Skúlablaðið millum annað.
Fyri menningina av fólkaskúlanum hava hvørki landsroyndirnar ella Pisa-kanningarnar stórvegis týdning sambært Herálvi Jacobsen, tí landsroyndirnar eru vorðnar ein royndarkoyring av tøkni og landskapping um at standa seg væl sum skúli, og tí úrslitini í Pisa-kanningunum ikki verða greinað og brúkt. Formaður Føroya Lærarafelag er tí samdur við landsstýriskvinnuni í skúlamálum, Rigmor Dam, tá hon í november í sambandi við munnligan fyrispurning um ársverkið segði, at tað er eingin orsøk hjá skúlum at brúka tíð og orku til royndir, kanningar og eftirmetingar, um hesar bara kennast sum eftirlit og ikki hava við sær eitt betri skúlatilboð.
- Okkara næmingar hava tikið lut í Pisa-kanningum fleiri ferðir, men bara eitt kanningarúrslit er greinað, og niðurstøður gjørdar. So kunnu vit spyrja, hví vit framvegis eru við í Pisa, tá úrslitini ikki verða brúkt til nakað. Tað er eftir mínum tykki meiningsleyst og burturspilt orka og tíð at taka lut uttan at neyvan greiningar verða gjørdar av úrslitunum. Áðrenn landsroyndirnar komu, varð ávarað og sagt, at skúlarnir fóru at miða undirvísingina ov nógv eftir, at skúlin stendur seg væl samanborið við aðrar skúlarnar í landinum, og tað haldi eg, at vit kunnu siga, at vit síggja. Tað hevur stóran týdning fyri lærararnar og skúlan, at næmingarnir klára seg væl í landsroyndunum, og tí leggja teir undirvísingina eftir, at teir klára seg væl, heldur enn at hugsa um læring í breiðari merking. Tað er lítið gagnligt í sjálvum sær bara at skula klára seg væl í eini kanning. Tí eru landsroyndirnar landskapping, hóast úrslitini hjá hvørjum einstøkum skúla ikki eru almenn, sigur Herálvur Jacobsen millum annað við www.skulabladid.fo