Landsroyndir uttan námsrøðiligt trúvirði

Føroya Lærarafelag heitir nú á landsstýrismannin í mentamálum um at umhugsa, um tað er ráðiligt at skipa fyri talgildu landsroyndunum fyri næmingar í 4. og 6. flokki, tí tær eru so illa fyrireikaðar.

Føroya Lærarafelag heitir nú á landsstýrismannin í mentamálum um at umhugsa, um tað er ráðiligt at skipa fyri talgildu landsroyndunum fyri næmingar í 4. og 6. flokki, tí tær eru so illa fyrireikaðar.

 

– Tað er væl og virðiliga staðfest, at ábyrgdin liggur hjá Mentamálaráðnum, men skúlar hava gjørt alt, sum gerast kann, fyri at fáa skipanina at virka.

 

Tað sigur Føroya Lærarafelag í opnum brævi til landsstýrismannin í mentamálum í sambandi við, at næmingar í 4. og 6. flokki skulu til landsroynd eftir páskir. Hesaferð verða landsroyndirnar talgildar, og allir næmingar skulu brúka teldu. Tvær ferðir hava allir næmingarnir í senn roynt skipanin, sum báðu ferðirnar kollapasaði. Nú eru bara tríggir skúladagar eftir, at landsroyndirnar verða. Lærarafelagið óttast tí, at úrslitið av landsroyndini ikki verður nøktandi.

 

– 
Tað er væl og virðiliga staðfest, at ábyrgdin liggur hjá Mentamálaráðnum, og at skúlar hinvegin hava gjørt alt, sum gerast kann, fyri at fáa skipanina at virka. Men tað er lítil uggi hjá lærarum av røttum at kunna skjóta ábyrgdina frá sær, tí veruligi taparin í ivasomu tilgongdini eru næmingarnir. Tað skortar ikki við frásagnum um skelkaðar næmingar, og um næmingar, sum óttafullir síggja fram til eina landsroynd í kaotiskum umhvørvi. Úr hesum útgangsstøði er eingin ivi um, at úrslitini av landsroyndini 2014 ikki verða eftirfarandi. Sum útlitini eru, so verða landsroyndirnar ein royndarkoyring av tøknini aftan fyri verkætlanina, men námsfrøðiliga uttan trúvirði, skrivar Føroya Lærarafelag í brævinum til landsstýrismannin.

 

Føroya Lærarafelag heitir tí staðiliga á landstýrismannin í Mentamálum um at umhugsa støðuna, um ráðiligt er at halda landsroyndirnar, og um so er, í hvønn mun fyrivarni skal takast fyri úrslitunum