Landsroknskapir og Løgtingsins umboðsmaður á skránni í dag

Á løgtingsfundinum í dag klokkan 11 fer Løgtingið at viðgera uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2018. Tað málið verður beint í fíggjarnevndina. Meira um málið kann lesast her.
Seinna málið á skránni er uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni, og verður málið beint í rættarnevndina. Meira um málið kann lesast her.