Dómurin, sum Føroya Rættur segði, 11. mai 2009 varð í morgun staðfestur í Eystara Landsrætti. Umhvørvisstovan, ið er matrikulmyndugleiki, avgjørdi 3. okt. 2008 við marknasetingarmálið, hvar markið millum bygdirnar Vestmanna og Kvívík er inni á Fjørð, og ? nú uppfylt er ? eisini út á fjørðin.
Vestmanna kommuna kærdi hesa avgerð hjá matrikulmyndugleikanum, við páhaldi um, at markið var skeivt, og at matrikulmyndugleikin einki hevur at gera úti á sjónum.
Føroya Rættur staðfesti í dómi 11. mai 2009 avgerðina hjá Umhvørvisstovuni.
Eisini henda avgerð varð kærd, men í morgun staðfesti so Eystri Landsrættur dómin í Føroya Rætti og Umhvørvisstovan fær fult viðhald.
Rætturin staðfestir, at Umhvørvistovan skal gera og halda fullfíggjaða skráseting av øllum eigindómum í landinum innan- og uttangarðs við lutum og lunnindum.
Rætturin staðfestir víðari, at markatalsmarkið er týðandi lutur í skrásetingin, og at tað tí er í lagi, at marknasetingarmál er framt til tess at staðfesta hetta. Og rætturin heldur onga orsøk vera til at halda, at settu markini ikki eru sakliga grundaði.